Afturlit: video frá Køge Open 2008

Rókur gav mær nøkur videobond í apríl í fjør at koyra á Youtube. Har ímillum var NJM 2007 og FM 2006, sum bleiv lagt á netið í fullari góðsku. Nú er tíðin komin til Køge Open 2008. Talan er um tvey talgilt bond, ið rúma góð 23 Gb. Upptøkurnar eru býttar upp í 73 brot. Her eru tey trý fyrstu brotini.

Ferðaliðið er júst komið til Køge, klokkan 15.00 fríggjadag 24. oktober, 2008. Í Føroyum skal aðalfundur verða leygardag 25. oktober, har Jon Hestoy verður valdur nýggjur formaður. Pál, Mona, Shaila, Malan (Susvim), Kári (FS) og Elspa (Westswim) kappast í DMK, har Pál setur danskt og føroyskt junior met í 200, 400 og 1500 frí (fyrstu ferð undir 15 min). Grant Hackett steðgar officielt mánadagin 27. oktober. Paulus Wildeboer er nýggjur landsliðsvenjari í Danmark.

Í ferðaliðnum í Køge eru svimjarnir:

Poula Ø. Mohr (FS), Hildur á Fløtti (FS), Astrid Foldarskarð (FLOT), Birita Debes (FLOT), Fríðgerð Thomsen (FS), Jónfríð Hansen (FS), Jóhanna Egholm (FS), Aimée Jacobsen (FLOT), Eyðrið Hansen (FS), Eyðbjørg Jacobsen (FLOT), Joan Kristina í Jákupsstovu (FLOT), Bjørg Olsen (FLOT), Susan Jensen (FLOT), Tróndur Olsen (FLOT), Kjartan Petersen (FLOT) og Jóhan Hermann Slættalíð (FLOT)

Í Herfølge kappast Óluva Jacobsen (Ægir), Sunnleyg Eliasen (FS), Bjarta Jógvansdóttir (FS), Jóhann Heðinsson (FS), Tóki Joensen (FLOT), og Jón Arni Hjelm (FLOT).

Haraftrat eru venjarir og hjálparfólk.

One thought on “Afturlit: video frá Køge Open 2008”

Ger viðmerking