Pál Joensen við danska landsliðnum á venjingarlegur fram ímóti OL

SwimNews.dk veit at siga frá prentaðu útgávuni av Jyllandsposten, at Pál Joensen fer við á tær tríggjar venjingarlegurnar hjá danska svimjilandsliðnum, harav fyrsta er ein hæddarlega nú síðst í januar. Hetta er fyrstu ferð at Pál fer á eina veruliga hæddarlegu, og hann er sjálvsagt rættiliga spenntur uppá hvussu tað fer at roynast.

Nu er det første gang, jeg kommer til at prøve en højdetræningslejr, og nu vil jeg prøve at tage det allersidste skridt med en lang træningslejr i højden. Det tror jeg vil give det sidste i min fysiske form, som jeg har brug for.

DSC05869

Paulus Wildeboer heldur at tað fær stóran týdning fyri Pál, at sleppa at venja saman við dønum. Tað tykist sum at hann ikki veit av at Pál í fleiri umførum hevur vant til dømis í Potsdam saman við veruligum jarnhálsum, men gott er við tí 🙂

Problemet er, at Pál Joensen træner for sig selv. Forskellen på ham og de andre svømmere på Færøerne er meget stor. Her på træningscenteret har vi en af de stærkeste grupper overhovedet i hele Europa, som træner sammen. Det ville derfor ændre på forberedelserne og hele tankegangen for Pál Joensen, hvis han trænede her.

Hinvegin er ein ávísur vandi í at broyta vanarnar, heldur Paulus.

Omvendt ved man ikke helt, hvad der sker. Nogle svømmere bliver motiverede af at svømme med andre i eliten, mens andre svømmere har det fint med at svømme individuelt. Man kan derfor ikke helt forudsige det. Teoretisk burde det blive godt, hvis han kom hertil, men man må vente og se.

Jón Bjarnason verður endurgivin fyri at vera eitt sindur meira skeptiskur, um hvussu stóran mun tað fer at gera, at sleppa at venja í einum hópi.

Han svømmer mod uret, og uret giver sig ikke. Der findes mange typer, der træner sådan, men det kommer jo an på ens temperament. Hvis ikke du kan finde ud af at svømme mod uret, så fortæller det mig, at viljen og smertetærsklen er ikke helt der, hvor den skal være.

At enda sigur Pál sjálvur um tað at svimja fyri Dannebrog, at hann hevði heldur viljað luttikið sum føroyingur, men soleiðis sum landið liggur er glaður fyri yvirhøvur at sleppa við:

Det bliver specielt for mig, jeg er stolt af at være med, men jeg er lidt ked af,

Danski landsliðsvenjarin vónar at Pál at flyta til Danmarkar at venja á úrvalsdeplinum hjá danska svimjilandsliðnum í Bellahøj, men Pál sigur at tað verður so fyrst eftir OL.

Danmark er en mulighed, men jeg har også tænkt mig at få en uddannelse, og jeg vil kombinere skole og træning, men det må vi finde ud af efter OL. Lige nu tænker jeg ikke så meget på, hvad der kommer til at ske efter OL.

Hæddarlegan nú í januar verður í Sierra Nevada, uppi í sponsku fjøllunum. Einaferð í mai verður tann meira alvorliga hæddarlegan yviri í USA, fyrst í ekstremt høgari hædd í Leadville, og síðani í meira menniskjaligari (høgari) hædd í Flagstaff. Triðja venjingarlegan man verða tann allarsíðsta ‘samansjóvingarlegan’, sum tey hava beint upp undir OL.

Ger viðmerking