Missy Franklin velur NCAA fram um (nógvar) pengar

16 ára gamla Missy Franklin hevur sagt nei til minst 130.000 dollarar hetta seinasta árið (tað eru einar 760.000 krónur), tí at hon ætlar sær at sleppa at kappast undir NCAA á college, ið ikki loyvir professionalismu. Michael Phelps valdi tað frá í sínari tíð, men Franklin hevur altso til nú sagt nei til millum annað einar 20.000 dollarar fyri at vinna Grand Prix steypið hjá USA Swimming í fjør summar, umframt einar $73.000 dollarar fyri at gerast nummar 2 og vinna fleiri kappingar á World Cup í heyst.



Tað verður mett at hon hevði kunnað tjent ‘nakrar hundrað túsund dollarar’ her upp undir OL í London, men í staðin er støðan at foreldrini sjálvi máttu gjalda einar 13.000 dollarar fyri at fylgja henni til HM í Shanghai, og verða hennara ‘agentar’ tí at NCAA heldur ikki loyvir henni sovorðnar. Ikki heilt uttan svørðslag tó, tey høvdu ein familjufund tá ið hon stóð til at vinna hasar 73.000 fyri World Cup.

“I was able to say, ‘You know the $73,000 you just made in four days of swimming? You see how hard Mommy has to work to earn that in an entire year?'” said D.A. Franklin, who works with developmentally disabled patients. “Because I don’t think you quite get it when you’re 16. You don’t understand what $73,000 or $100,000 really means.”

Les meira her og her í the Wall Street Journal.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.