Pál 7:36.24 í 800 frí, føroyskt met og gull á Duel in the Pool 2011

Pál Joensen vann fyri løtu síðani gull í 800 metra frísvimjing á Duel in the Pool 2011, við nýggjum føroyskum meti 7:36.24. Hetta er stór betring av metinum hjá honum á 7:43.38 frá superdrakt-tíðini í Istanbul 2009, og tað var eisini fullkomiliga yvirbevísandi nú ‘over there’ í Atlanta, við amerikanska Michael Klueh sum nr 2 á 7:39.90, og danska Mads Glæsner sum nr 3 á 7:42.27. Sí úrslitalistan her.

Pál 7:36.25 og vinnarin av 800 frí á Duel in the Pool 2011

Tað byrjaði heilt klassiskt, við at Pál legði hart út, og førdi eftir fyrstu 100. Klueh svaraði aftur til at føra eitt lítið sindur eftir 200 metrum, og Glæsner dróg seg eisini fram til at vera har umleið eftir 200-300, so at tað eftir 400 og helvtina av teimum vóru bara 3 hundraðpartar millum teir 3 fremstu, og so 4-5 sekund aftur til Vanderkaay og Kis. Men so hendi tað heldur óvæntaða, at Pál legði á og snøgt sagt hálaði hinar sundir, til at føra við umleið 1 sekundi eftir 500, næstan 2 eftur 600 og eini 4 eftir 700, og halda teir frá sær í endaspurtinum.

Snøgt sagt ein super disponerað kapping, har Pál hóast ‘jet lag’ og møði vísti teimum hvar skápið skuldi standa, við teirra egnu vápnum.

5 thoughts on “Pál 7:36.24 í 800 frí, føroyskt met og gull á Duel in the Pool 2011”

  1. Nakrantíð í søguni, sigur eitt sindur …

    Faroes’ Pal Joensen put on a show in the men’s distance race for the day, turning in a victorious time of 7:36.24. That performance pushed him to a tie for sixth in the all time rankings with his consistent swim. USA’s Michael Klueh gave Joensen a bit of a run early on in the swim, but faded to second in 7:39.90. He’s been much faster with a ninth-ranked lifetime best of 7:36.47. Denmark’s Mads Glaesner finished third in 7:42.27.

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/World/29075.asp?q=Duel-in-the-Pool:-Lotte-Friis,-Jessica-Hardy-Post-Textile-Bests;-Team-USA-Clinches-Team-Victory

  2. Orsaka Pál, gloymdi at kanna norðurlendska metið í 800 frí á stuttgeil.

    Tað var 3:39.45 hjá Mads Glæsner frá EM í Istanbul í 2009. Og tað er so totalt útraderað nú, við meira enn trimum sekundum.

  3. Úr Politiken.dk:

    “En rekord satte også færingen Pal Joensen, da han med sejren i 800 meter fri i 7.36,24 min. snuppede den nordiske rekord fra Mads Glæsner, der selv blev nummer tre i løbet i 7.42,27 min. Kun to andre har svømmet hurtigere end Pál Joensen uden brug af de ny forbudte superdragter, og Glæsners bedste tid på 7.39,45 min. fra netop 2009 er nu ‘kun’ dansk rekord.”

  4. Hacket svam í einari Speedo FSII heildrakt tá ið hann svam skjótari. So tann tíðin telur ikki við… BASTA!
    So eg velji at siga, at Perkins er til nú bestur í 800m, og so ein suðringur 😉

    Annars var eg spurdur um 26,04 í 50m frí frá einari 14 ára gamlari føroyskari gentu. Hann sum spurdi, venur millu annað vinnarin av 50m frí her í Atlanta… jú jú, nógv vita um føroyska svimjing 😉

    GO SUSVIM!!!

  5. Heldur The Swimmer’s Circle

    This is probably the best race of all three swimmers, but given that it’s a non-Olympic event, in London they will all be forced either up or down. Out of the three, Joensen is the best 1500 swimmer, and that endurance showed in this race as he made a huge move in the 5th-hundred of the race that his competition coudln’t match. Once he got free of his competitors, he just continued to put distance in for the victory.

    http://theswimmerscircle.com/blog/american-records-textile-bests-go-down-as-americans-roll-at-duel-in-the-pool/

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.