Pál 14:37.83 og 5. pláss á EM í Stettin

Altso man má geva hasum polakkunum, at teir hava virkuliga svingað seg upp til at svimja skjótt her í Stettin. Sawrymovicz varð gott nokk heimsmeistari í 1500 á langgeil, afturi í 2007 tá ið Pál og tey vóru ‘smá’ í Melbourne, og hann vann eisini á EM á stuttgeil í Debrecen sama ár. Men hesi seinastu árini hevur tað ikki verið tað stóra sum hann hevur megnað, og tí má hann virkuliga hava knoklað til at kunna vinna á heimabana.

Rókur klárur til 1500 finaluna

Pál svam teir 1500 uppá 14:37.83, har hansara besta tíð uttan superdrakt annars var 14:47.39 frá World Cup í Berlin í fjør. Altso ein góð betring uppá smá 10 sekund, men nokk allíkavæl verri enn so gott sum teir ætlaðu. Fyrstu splitt-tíðirnar bendu í øllum førum á at farið varð eftir gullinum, sum kravdi at sláa teir 14:29.81 hjá Sawrymovicz frá innleiðandi riðlunum, og tá ið tað tempoið vísti seg ikki at kunna haldast, so reyk bæði silvur og bronsa eisini.

Hatta er tað, vit hava upplivað tað so mikið ofta eftirhondini, at man gloymir at fegnast um at hann yvirhøvur slapp í eina finalu, og irriterast í staðin inn á hvussu nær hann var heiðursmerkjunum. Glæsner gjørdi tað gott, vit høvdu ikki væntað eina sovorðna tíð frá honum, og hasin Rocco Potenza kom nærmast burtur úr ongum.

Nú er tað galladøgverði til mín um eina løtu, so restin og rættingar og sovorðið má bíða til í morgin. Sí úrslitalista her, frá teimum 1500 í kvøld. Og minst til at hetta IKKI er tað sum teir satsa uppá, men bara ein spennandi kapping á veg ímóti OL í London … ið heldigvís er á langgeil ! 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.