Magnus 2 føroysk met í Saint-Dizier í dag

Magnus Jákupsson er í hesum døgum við danska felagi sínum VAT í Saint-Dizier í Champagne-Ardenne-distriktinum í Fraklandi, og har varð av sonnum svomið ‘sjampagnu-svimjing’. Tvey føroysk met og juniormet til unga havnarmannin, 24.70 í 50 firvald og 25.50 í 50 rygg í innleiðandi riðlunum, har hansara egnu met vóru ávíkavist 24.92 frá HS-stevnu í apríl mánaða, og 25.74 frá FM 2011. Magnus skal kappast aftur í morgin og ovurmorgin, í 100 rygg, 200 rygg og 100 firvald, umframt í finalunum í 50 firvald og rygg. Hann hevur bestu tíð frá innleiðandi í 50 rygg, og eisini eina rímiliga góða tíð í 50 firvald, bara ein tíggjundapart aftanfyri Amaury Levaux á 24.6. Sí startlista her.

Magnus

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.