Startlistin til World Cup í Stockholm er klárur

Ja so er startlistin til World Cup í Stokkhólmi at finna her á www.simforbundet.se. Vit síggja millum annað at Pál fer at fáa skarpan gang frá sjálvum Paul Biedermann í 400 frí, og at hann (Pál 🙂 er styrkismettur sum nr 1 í 1500 frí. Okkara yngru svimjarar eru at finna niðarlagari á listunum, miðskeiðis og eitt sindur longur aftarlaga í sínum kappingargreinum, men tó ongantíð aftast.

DSC01395

Av kendum nøvnum á stevnuni kunnu nevnast til dømis Geoff Huegill og Eamon Sullivan úr Avstralia, Therese, Alshammar og Stefan Nystrand úr Svøríki, Ingvild Snildal og Alexander Dale Oen úr Noregi, David Verraszto og Zjuzsanna Jakabos úr Ungarn, Chad Le Clos úr Suðurafrika, Pawel Korzeniowski úr Póllandi, Velimir Stjepanovic úr Serbia, Naoya Tomita úr Japan, Tyler McGill úr USA, og Sun Ye og Lu Ying úr Kina.

Føroyska luttøkan á World Cup í Stokkhólmi 2011

  • 100 rygg menn – Magnus Jákupsson nr 14 av 27
  • 400 frí menn – Pál Joensen nr 2 av 23
  • 400 frí menn – Óli Mortensen nr 18 av 23
  • 50 frí kvinnur – Guðrun Mortensen nr 20 av 35
  • 50 frí kvinnur – Birita Debes nr 23 av 35
  • 50 firvald menn – Magnus Jákupsson nr 14 av 32
  • 1500 frí menn – Pál Joensen nr 1 av 13
  • 1500 frí menn – Óli Mortensen nr 11 av 13
  • 100 frí kvinnur – Guðrun Mortensen nr 32 av 38
  • 200 frí menn – Magnus Jákupsson nr 30 av 41
  • 100 rygg kvinnur – Birita Debes nr 11 av 26
  • 200 rygg menn – Magnus Jákupsson nr 10 av 19
  • 50 firvald kvinnur – Birita Debes nr 12 av 20

Har verður svomið á 8 riðlum í Eriksdalsbadet, so spennandi verður millum annað at síggja, um Magnus Jákupsson ella Birita Debes kunnu klára at ota seg við í eina finalu, til dømis Magnus í 200 rygg ella Birita í 100 rygg. Og so út yvir tað sjálvsagt føroyskt met og juniormet og alt hatta har.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.