Pál við á evropaliðnum ímóti USA í desember

Tað frættist í dag at Pál Joensen hevur tikið av at luttaka fyri Evropa á stóru “Duel in the Pool” stevnuni ímóti USA, sum verður í Atlanta í Georgia (USA) hin 16. – 17. desember 2011. Hetta er vikuskiftið aftaná EM í Póllandi, eftir einum leisti nakað líknandi teimum landsdystum sum vit hava ímóti Íslandi, men nú meira útbygt við 22 svimjarum á hvørjum liði. Sig so tað, ein føroyingur millum teir 11 mennirnar á landsliðnum hjá Evropa 🙂

3 thoughts on “Pál við á evropaliðnum ímóti USA í desember”

  1. Líka so flott tað er at Pál er millum tey útvaldu, líka so vánaligt er tað at teir føroysku miðlarnir ikki fanga tíðindini nú 12 tímar eru farnir.

  2. OK, eg frætti nú í oyrasniglinum, at talan er um ikki 11 menn og 11 kvinnur úr Evropa, men um 22 menn og 22 kvinnur. Alt betalt av fyrireikarunum, gott at tað ikki eru vit sum betala 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.