Svimjiárið 2011-2012 byrjaði við einum braki

Eg setti meg í gjárkvøldið at hyggja at vinnaratíðum á úttøkustevnunum til landsdyst í 2009, 2010 og 2011, og síggi eina stóra framgongd á kvinnusíðuni, meðan mennirnir líða eitt sindur undir at Magnus er farin niður. Í meðal kravdi tað 607 stig hjá kvinnunum at vinna gull á stevnuni nú, í mun til 559 í fjør, meðan tølini hjá monnum eru ávíkavist 573 í ár og 588 í fjør.

DSC06391

Vit hava haft hesa úttøkustevnu nú í trý ár, sum kanska leggur í so høgt press á svimjararnir at svimja skjótt longu nú, men sum so hinvegin aftur veruliga ‘kickstartar’ kappingarárið. Fyrsta árið var úttøkustevnan væl seinni enn nú, um mánaðarskiftið 31. oktober til 1. november 2009, og havi eg tí lagt afturat eisini eina opna stevnu frá september 2009, til at kunna samanbera støðið um sama mundi.

Hjá kvinnum er gongdin støðugt framá, líka út yvir at vit á vetri 2009 mistu Monu Simonsen, og sostatt fingu eitt dykk í tí langa frí. Har var støðið snøgt sagt nógv hægri hjá henni enn hjá teimum næstu (mest vegna aldursmunin), og tað hevur tí tikið tíð at fáa tað uppaftur. Men tað er væl á veg nú.

Hjá monnum mistu vit Kára á vetri 2009 og so nú Magnus til Danmarkar í 2010, ið sæst aftur í vinnaratíðunum í rygg og firvald. Nú er Magnus jú ikki mistur sum so; men tað hevur tó týdning at fremsti svimjarin væntar í heimligu svimjingini, til at kunna leggja lag á restina.

Í øllum hinum hjá monnum er tað eitt sindur hipp sum happ, alt eftir hvat Pál Joensen valdi at svimja skjótt og ikki. Stutt sagt. Tað er ofta hann sum leggur tempoið og vinnur, og tað hevði tí nokk verið meira viðkomandi at hugt at silvurvinnaranum her, til at síggja gongdina hjá restini. Men tað náddi eg so ikki í gjár 🙂

Annars eru FINA stigini tey sum vóru galdandi í ávíkavist 2009, 2010 og 2011, ið merkir at tað alt annað líka hevur verið lættari at skorað nógv stig í 2009, enn í 2010 og 2011 (líka við fyrivarni fyri superdraktunum, sum fløkja tað heila til). Men tað sigur so nakað um relativa støðið í mun til aktuellu heimselituna um sama mundi, og annars hava vit tíðirnar at kunna samanbera.

Og forrestin … stuttligt at síggja at skráin er vorðin meira og meira umfatandi, frá fyrst at ikki umfata langtein, yvir at kvinnur svumu 800 og menn 1500, til at bæði kynini nú svimja bæði 800 og 1500. Við høgum støði. Og at hardcore greinar sum 200 firvald og 400 blandað hava støðugt mennt seg hjá báðum kynum.

Spennandi spennandi … vónandi er skaðin av at svimja skjótt so tíðliga ikki verri, enn at vit fara at síggja eitt lop á støðinum á NJM og EM eisini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.