Nýggjan svimjihyl í Gundadali í 2013

Av heimasíðu Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hevur í dag, í skrivi til Tórshavnar Býráð, skotið upp, at nýggjur svimjihylur verður settur á fíggjarætlanina fyri 2012. Telvingin um fíggjarætlan er í gongd í løtuni og uppskotið til fíggjarætlan fyri 2012 skal leggjast fyri Fíggjarnevndina í seinasta lagi 1. oktober. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt á býráðsfundi áðrenn 1. desember. Vinnur uppskotið hjá Havnar Svimjifelag frama, kunnu havnarfólk og onnur svimja í nýggjum og størri hyli í Gundadali á heysti 2013.



Mælt verður til at byggja ein 50 metra hyl við tíggju geilum. Við einari brúgv, kann hylurin skiljast sundur í tveir 25 metra hyljar. Hetta er ein loysn, sum er vanlig í grannalondunum. Lagt verður upp til at nýggi hylurin verður bygdur vestanfyri verandi svimjihøll. Byggingin kann fara fram uttan at virksemið í verandi svimjihøll verður tarnað í byggitíðini. Tá ið nýggi hylurin er liðugur, verður hann íbundin gomlu høllina.

Tilmælið frá Havnar Svimjifelag er lutfalsliga ódýrt. Tøknilig menning ger, at svimjihyljar í dag kunnu byggjast fyri væl lægri kostnað enn fyrr. Talan er harumframt um eina einfalla høll og í mest møguligan mun endurnýtslu av verandi umstøðum. Hetta er galdandi fyri eitt nú parkeringsøki, komuviðurskiftir, kaffistovu, skiftirúm, brúsur og hitarúm, ið alt uttan stórvegis kostnað kann tillagast til at taka ímóti fleiri vitjandi. Millum verandi høll og nýggja hylin er pláss til vælveru øki við heitum pottum, gosbaði og terapihyli til eitt nú barnakonur, eldri fólk og giktasjúklingar.

Loysnin, ið Havnar Svimjifelag skjýtur upp, verður mett at kosta 35 mió og arbeiðið verður mett at taka umleið 14 mánaðir.

“Verður peningurin til nýggjan hyl settur á fíggjarætlanina fyri 2012, kann arbeiðið fara í gongd komandi summar. So kann nýggi hylurin hóskandi takast í nýtslu í desember 2013, tá ið Føroyar eru vertir fyri Norðurlendsku Junior Meistarastevnuni”, sigur Erling Eidesgaard, næstformaður í Havnar Svimjifelag.

Trýstið á høllina í Gundadali, ið varð bygd í 1983, er vaksið stútt øll árini. Verandi hylur er vorðin ov lítil til dagsins tørv og er um at hokna undir trýstinum bæði tá umræður pláss og vatngóðsku.

Seinastu árini hevur áhugin fyri svimjing rættiliga tikið dik á seg. Samstundis hevur Kommunan nýliga latið bygt tveir stórar skúlar, har ætlaðir svimjihyljar eru strikaðir úr verkætlanunum, við tí úrsliti, at næmingar úr hesum skúlum nú eisini leggjast afturat í Gundadali.
Havnar Svimjfelag er seinastu árini vaksið nógv og hevur nú umleið 600 limir. Hóast kappsvimjing framvegis er flaggskipið, so eru tilboð til tilkomin fólk, har fokus er á fólkaheilsu, rørslu og trivnað nógv tann størsti parturin av virkseminum hjá Havnar Svimjifelag í dag. Hetta ger sjálvandi eisini sítt til, at trýstið á hylin er økt so nógv.

“Vit svimja næstan omaná hvørjum øðrum. Skulu vit framhaldandi hava menning og trivnað má meira vatn til. Verandi svimjihøll verður 30 ár í 2013, so nú má svimjingin eiga tørn”, sigur Erling Eidesgaard.

Fakta um nýggja hylin:
Høllin: 35mx70m
Hylurin: 25mx50mx2m (BxLxD) við brúgv, ið kann skilja hylin sundir í 2x25m
Geilir: 10 geilir à 2,5m
Kostnaður: 35 mió kr.
Byggitíð: 14 mánaðir
Liðugur: á heysti 2013

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.