Norskur fótbóltur er ikki úrvalsítróttur, sigur (svimji)venjari

Simma.nu/no vísir í morgun á eina stuttliga grein í Bergensavisen, har venjarin hjá Bergens Svømme Club greiðir frá satsingini hjá ryggsvimjaranum Lavrans Solli fram ímóti OL í London. 19-ára gamli ryggsvimjarin hevur ikki klárað kravtíð enn, men fer nú komandi árið at venja upp í 40 tímar um vikuna tá ið mest stendur á, í vón um at sleppa við. Ein nøgd sum venjarin ikki heldur vera ógvuslig um man samanber við veruligan úrvalsítrótt, heldur enn til dømis fótbólt.

Greinin er stroydd við gullkornum sum t.d.:

– Vi må sammenligne oss med syklister, skiløpere, roere – ja, folk som virkelig trener. Vi kan ikke sammenligne oss med noen som trener halvannen time hver dag og tror de driver med toppidrett. To timer om dagen er ingenting. Da er det jo 22 timer igjen av dagen. Trener man åtte, har man fortsatt 16 timer igjen. Men man må naturligvis jobbe med ulike ting og legge treningen opp allsidig for å klare det,”


… og …

– Hvis en syklist i Tour de France sykler seks-syv timer hver dag i tre uker, hvorfor skal ikke da en svømmer klare et slikt program med pauser mellom bolkene? Vi må ikke sammenligne med fotball, det har ingenting med toppidrett å gjøre. Vi må sammenligne oss med de i verden som trener best og er best på sine områder.”

Og so er hann fyrst ordiliga skemtiligur, tá ið hann á sínari twitterkonto roynir at gera enn meira greitt, hvat tað var hann royndi at siga í blaðnum.

“BA siterer meg i dag på at jeg mener “fotball er ikke toppidrett”. Det er helt riktig sitert.”

4 thoughts on “Norskur fótbóltur er ikki úrvalsítróttur, sigur (svimji)venjari”

  1. Í tíðindasendingini á Rás2 í gjár kl 17 varð nevnt “italskar stjørnur” og “føroyskir amatørar” í samband við dystin í dag. Sovítt eg veit eru fleiri yrkisleikarir á føroyska landsliðnum. Men kanska verða teir roknaðir sum amatørar í mun til úrvalsítrottarfólk.

  2. Kringvarpið sendir 12+ tímar av upphiting og beinleiðissending av Føroya-Italia dystinum.

    Útvarp:
    1. september:
    14:00-16:00 Italskur seinnapartur í FM 204 – Í samband við fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Italia…

    2. september
    14:00-16:00 FM204 – vit hoyra um landsdystin í kvøld.
    16:00-18:00 Upphiting til Føroyar – Italia
    18:00-22:00 Føroyar – Italia

    Sjónvarp
    19:25-21:50 Fótbóltur: Føroyar-Italia

    Hvar var Kringvarpið, tá Pál Joensen bukaði italsku stjørnurnar Colbertaldo og Pizzetti í Shanghai?

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.