Pál svimur 800 frí í nátt

Í nátt ella tíðliga í morgin áðrenn føroysk tíð fer Pál at svimja 800 frí innleiðandi í 5. riðlið av 7. Kappingarnar byrja kl 2.00 men 800 frí er síðst í kappingini aftaná 7 riðlar av 50 bringu menn (Dale Oen etc), 5 riðlar við 200 firvald hjá monnum (m.a. Phelps) og 7 riðlar við 200 frí kvinnur (Pellegrini etc). Eitt ógvuliga leyst boð um nær Pál svimur er klokkan 4.

Náttarravnar kunna leita inn á svimjing.com/live har eg royni at finna okkurt live-tilfar.

Riðil 5 sær soleiðis út:

  • Geil 1 – Mark Randall (RSA) – 7:59.94
  • Geil 2 – Yohsuke Miyamoto (JPN) – 7:56.65
  • Geil 3 – Pál Joensen (FAR) – 7:53.11
  • Geil 4 – Ryan Cochrane (CAN) – 7:48.71
  • Geil 5 – Chad La Tourette (USA) – 7:51.62
  • Geil 6 – Jun Dai (CHN) – 7:54.53
  • Geil 7 – Gergerly Gyurta (HUN) – 7:59.13
  • Geil 8 – Dylan Dunlop-Barrett (NZL) – 8:03.09

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.