Cesar Cielo sleppur við eini ávaring

Kærustovnurin CAS hjá altjóða antidopingstovninum WADA hevur í dag tikið avgerð í málinum um positivu dopingroyndina hjá brasilska Cesar Cielo og trimum øðrum, at Cielo og tveir av hinum skulu sleppa við eini ávaring, umframt at fáa strikað úrslitini frá Maria Lenk stevnuni í Brasil har royndirnar vórðu tiknar. Hetta merkir at Cielo sleppur at svimja nú á Shanghai 2011, við tað at hann hevur klárað kravtíð eisini áðrenn hesa stevnu, meðan hinir báðir rúka út tí at teir høvdu klárað kravtíð bara har. Orsøkin til at teir kunnu sleppa við eini ávaring, er at talan er um fyrstu ferð at ein dopingroynd hjá teimum er positiv, meðan tann fjórði, Vinicius Waked, fekk broytt upprunaligu ávaringina frá brasilska antidopingstovninum til heldur eina karantenu á eitt ár, av tí at tey høvdu yvirsæð at talan ikki var um hansara fyrsta dopingdóm. Lesið her á SwimNews.com.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.