Føroyskir oyggjaleikavinnarar í svimjing síðani 2007

Tað eru nógvir mátar at máta succcés, harav ein her hjá okkum er ‘hevur tú nakrantíð vunnið gull á Oyggjaleikum’. Eg havi hugt í gjøgnum listarnar aftur til 2007, og haldi meg síggja at allir føroyskur svimjarar hava fingið í øllum éitt gullheiðursmerki heimvið, av Rhodos í 2007, av Álandi í 2009 og av Isle of Wight í 2011. Tað er succés í mínari verð 🙂

  • Andrass Thomsen, HS
  • Astrið Foldarskarð, Ægir
  • Beinir Danielsen, FLOT
  • Birita Debes, FLOT & Ægir
  • Bjørg Seloy, HS
  • Cecilia W. Eysturdal, Ægir
  • Dánjal Hestoy, HS
  • Dánjal Martin Hofgaard, SuSvim
  • Elspa Mørkøre, FS
  • Eva Trygvadóttir, Ægir
  • Guðrun H. Jacobsen, HS
  • Guðrun Mortensen, SuSvim
  • Heðin L. Olsen, Ægir
  • Høgni Miné, HS
  • Jákup Ø. Mohr, FS
  • Jutta Thomsen, SuSvim
  • Karina Petersen, FS
  • Katarina S. Lamhauge, SuSvim
  • Kári J. á Høvdanum, FS
  • Kristian Olsen, Ægir
  • Kristina Eliasen, HS
  • Lisbeth L. Joensen, HS
  • Magnus Jákupsson, HS
  • Malan Vitalis Bærendsen, SuSvim
  • Mona Simonsen, SuSvim
  • Pauli Ø. Mohr, FS & HS
  • Poula Ø. Mohr, FS
  • Pál Joensen, SuSvim
  • Shaila millum Garðarnar, SuSvim
  • Tanja Skaalum, SuSvim
  • Turið S. Christiansen, Ægir


Mær nýttist ikki at taka 8×50 frí, sum er gott tí at tey har einki fysiskt heiðursmerki fingu. Nøkur einstøk hava ‘bara’ vunnið við at svimja stafettirnar víðari úr innleiðandi riðlunum, sum tó á allan hátt er so mikið góðtikið sum liður í samlaðaa avrikinum, at tey sjálvsagt eisini fáa heiðursmerki um hálsin. 31 svimjarar, 31 gull 🙂

Nøgdin av svimjarum vísir eftir mínum tykki, at ja, vit hava í so stóra útskifting av svimjarum í oyggjaleikahøpi, men at venjararnir hinvegin duga ófatiliga gott at fáa nýtt fólk fram. Og at skipa liðsvimjingarnar so, at øll fáa tað sum tey heilt víst ynskja sær, eitt gullheiðursmerki at hanga á veggin heima.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.