Føroyingarnir koyra á víðari á AMÍ 2011

Skilji eftir práti við Dan har yviri í Íslandi, at føroyingarnir hava nokk so ringt við at venja seg við at svimja undir teirra uttandura umstøðum, har vatnið er ríkiliga heitt men luftin køld. Tey hava tí torført við at svimja upp til sínar bestu tíðir, men læra tó eina rúgvu, og klára seg eisini avbera væl ímóti íslendingunum.

ami2011-4x100blanda-2

Í bólkinum gentur 13-14 ár vann Victoria W. Eysturdal bronsu við 4:41.40 í 400 frí. Victoria Biskopstø varð nr 4 við 4:45.92 og Sigurgunn Danielsen nr 10 við 5:12.07.

Hjá dreingjum 15-16 ár vann 15 ára gamli Eyðbjørn Joensen gull við 4:10.29, frammanfyri 16 ára gamla íslendska Daniel Hannes Pálsson við 4:10.42. Óli Mortensen varð nr 4 við 4:16.87, og Alvi Hjelm nr 9 við 4:22.60.

ami2011-fegnir-svimjarar

Í 200 blandað varð 12 ára gamla Ásbjørg Hjelm nr 11 við 3:06.20. 13 ára gamla Kristina Elin Thomsen vann silvur í bólkinum 13-14 ár við 2:33.58, aftanfyri 14 ára gomlu Ólöf Edda Eðvarðsdóttir á 2:26.14. Óluva Jacobsen varð nr 5 við 2:39.61, Bjørk S. Róadóttir nr 8 við 2:39.86, Victoria Biskopstø nr 11 við 2:43.10 og Victoria W. Eysturdal nr 12 við 2:44.11.

Hjá dreingjunum í hesi grein varð Eyðbjørn Joensen nr 9 við 2:22.63, Markus Joensen nr 12 við 2:24.19 og Alvi Hjelm nr 16 við 2:29.14. Óli Mortensen varð kolldømdur av eini og hvørjari orsøk.

At enda vann betra liðsvimjingin hjá føroysku gentunum silvur í 4×100 blandað, við 4:50.83 aftanfyri ísledsku ÍRB á 4:48.01. Tær vóru Kristina Elin Thomsen, Sigurgunn Danielsen, Óluva Jacobsen og Victoria W. Eysturdal.

ami2011-4x100blandad-gentur

Næstbesta føroyska stafettin Helga Nielsen, Ásbjørg Hjelm, Bjørk S. Róadóttir og Victoria Biskopstø gjørdust nr 6 í somu grein við 5:18.80.

Og at enda smurdu føroysku dreingirnar íslendararnar av í 4×100 blandað fyri dreingir 15-16 ár, tá ið okkara fýra 15 ára gomlu svumu 4:17.26, í móti fýra 16 ára gomlum úr íslendsku Ægir sum svumu 4:25.82. Okkara vóru Alvi Hjelm, Markus Joensen, Óli Mortensen og Eyðbjørn Joensen.

ami2011-gladar-diddur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.