Fimm ferðir verður tað Ian ímóti Magnusi

Ian Powell av Guernsey er tann mannligi svimjarin næst eftir Páli sum stendur til at vinna flest gullheiðursmerki, eina ferð á Páli í 200 firvald, og annars fimm ferðir við Magnusi sum nummar tvey sambært tilmeldingartíðunum.

Hann luttók á Commonwealth Games í Delhi fyri Guernsey, og royndi nú í vár eisini óført at koma við til HM í Shanghai, fyrst á British Gas Swimming Championships í mars mánaða, og síðani nú í juni á British Gas ASA National Championships. Hann nú seinast setti met í 100 rygg við 57.17 á langgeil, og megnaði at koma í finalu, men gjørdist tá nummar 8, uttan møguleika at sleppa við til Shanghai.

Nú er tað so í staðin Oyggjaleikir sum eru endastøðin hjá honum fyri summarið, og tað kann tá væl hugsast at hann ætlar sær øll 6 gullheiðursmerkini, sum hann stendur til at vinna. Umfatandi allar fimm einstaklingakappingar hjá Magnusi, soleiðis at tað fimm ferðir stendur til at verða Ian sum vinnur gullið og Magnus sum vinnur silvurið.

Vónandi gongur tað tó ikki akkurát soleiðis.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.