Góð úrslit hjá norðurlendingum á Sette Colli í Rom

Sum fleiri av tykkum sikkurt longu hava lisið á t.d. SwimNews.dk, so hevur danska svimjisambandið sent Lotte Friis, Jeanette Ottesen, Rikke Møller Pedersen og Pernille Blume til sjeyheyggjastevnuna í Rom, “il trofeo Sette Colli di Roma“, at testa formin nú um vikuskiftið áðrenn HM í Rom.



Og har gongur upp á stás, Rikke Møller Pedersen vann 100 bringu við 1:08.32, frammanfyri týsku Sarah Poewe. Lotte Friis vann silvur í 400 frí við 4:04.67, aftanfyri italsku Federica Pellegrini. Lotte vann 1500 frí við 16:09.48, 14 sekund frammanfyri írsku Grainne Murpy. Jeanette vann silvur í 100 firvald við 58.29, aftanfyri bretsku Francesca Halsall við 57.48. Lotte vann 800 frí við 8:25.57, frammanfyri bretsku Joanne Jackson við 8:34.54. Og Jeanette Ottesen vann bronsu í 100 frí við 54.50, aftanfyri Halsall á 53.72 og niðurlendsku Ranomi Kromowidjojo á 54.05.

Og aðrir norðurlendingar klára seg eisini væl. Svenska Therese Alshammar vann gull í 50 frí við 24.63, frammanfyri Kromowidjojo á 24.65. Finska Hanna-Maria Seppala vann bronsu í 50 rygg við 29.67, aftanfyri italsku Elena Gemo á 29.17 og kroatiskku Sanja Jovanovic á 29.49.

Úrslit frá stevnuni síggjast her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.