Føroyingar eru søguliga sterkir á styttri teinum á oyggjaleikum

Tá vit telja heiðursmerkini saman, sum føroyingar hava vunnið í svimjing á oyggjaleikum, so síggja vit, at føroyingar eru og hava verið sterkir á styttri teinum, serliga í bringu og frí og í stafettunum. Hinvegin eru longri teinar í blandað og firvaldi ikki tað, vit hava vunnið oftast í.


Tó skal man hava í huga, at 800 og 1500 frí verður bert svomið av øðrum kyninum. Har eru vit lutfalsliga væl við. Mennirnir hava vunnið tey flestu heiðursmerkirni, men tær seinastu tríggjar oyggjaleikirnar eru kvinnurnar komnar væl við. Bert í tveimum greinum, 200 firvald og 400 blandað hjá kvinnum, hava vit ongantíð vunnið nakað heiðursmerki. Tað vil siga, hvis vit ikki telja 33.3 og 66.6 m greinirnar við frá 1985.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.