Tórshavnar Kommuna ætlar at leingja verandi svimjihyl ?

Áhugaverdur setningur her á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu:

“Útbyggja verandi svimjihøll og leingja svimjihylin, so hann lýkur olympisk krøv”.

Tað skal tó sigast, at møguliga leingingin er bara eitt uppskot til eina heildarætlan, sum er ískoyti til eina nógv størri ætlan um at umbyggja Tórsvøll til eitt multifunktionelt stadium, umfatandi at vaksa um leikvøllin, skifta til graslíki, seta upp ljós, fáa tak yvir áskoðaraplássini og taka nøkur niður, reisa nýggjan bygning á suðursíðuni, og loka tað heila inni við inn- og útgongdum sum lúka altjóða trygdarkrøv.

Gud viti hvat Tórsvøllur hevur kostað per tiltak á vøllinum, ja fyri tann skyld per íðkara á vøllinum, í mun til hvat Svimjihøllin í Gundadali hevur kostað per svimjara í hylinum. Kanska tað verður frægari við graslíki, men eg ivist.

Fyrsta byggistig er byrjað, at fáa ljós um vøllin. Síðani kemur at fáa graslíki á, og síðani at yvirdekka fyrst vestaru og síðani eystaru síðu, og so taka áskoðarapláss niður og reisa ein bygning á suðursíðuni. Eftir tað seta menn seg væl niður at hugsa um at betra um svimjiumstøðurnar, ið sum kunnugt er ein tung fíggarlig avgerð hjá kommununi at taka støðu til.

2 thoughts on “Tórshavnar Kommuna ætlar at leingja verandi svimjihyl ?”

    1. Portalurin sigur millum 50 og 70 milliónir fyri fýra tey fyrstu byggistiguni. Er hylurin so tað 5. ???

      Teir vita væl at ein olympiskur hylur er 25m breiður… skal hann so leingjast oman og niðan? Prioriteringin er óiva sum okur vanliga kenna hana.

      Annars er hatta tápuligt, altso Tórsvøllur… um hann skal nýtast sum teir vóna, so skal hann undir tak allir sum hann er, annars er ikki nógv vunni. Hann var ein kostnaðarmikil skandala fyrstu ferð, og verður tað óiva aftur um teir bert hugsa fótbólt til summarhálvárið. FSF kann ikki gera ein vøll til HB & B36, altso tosa okur um 6 tímar vøllurin verður nýttur í 6 mánaðir, og so gongur ein maður og slær gras í 6 mánaðir… til eina Elton John konsert ella hvat? 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.