Løgtingið játtað 4 milliónir til langhyl í Vági

Løgtingið samtykti sum væntað við endaligu 3. viðgerð mikudag 1. juni at stuðla verkætlanini Langhylur í Vági við 4 milliónum, 27 atkvøður fyri og 3 blankar.



Úr eykajáttanarløgtingslógini

7.24.6.16. Langhylur í Vági (Stuðulsjáttan)

Søkt verður um 4 mió. kr. at stuðla verkætlanini Langhylur í Vági.

Talan er um eina verkætlan, ið sjálvsognarstovnurin “Grøn multihøll” ætlar at byggja á Oyrunum í Vági. Verkætlanin er í tveimum byggistigum, har fyrsta byggistigið fevnir um høvuðsbygningin við einum 50 m. svimjihyli við 6 geilum, áskoðaraplássum og amboðs- og teknikkrúmi, og er ætlað at verða liðugt á heysti í 2011. Annað byggistigið fevnir um síðubygningin við m.a. inngongd og forhøll, WC og handikap WC, umklæðingarrúm, Wellnessrúm, sauna og gosbað, heitar pottar, trappulift, kantinu, felagsrúm og fundarhøli, og er ætlað at standa liðugt 1. mai 2012. Kostnaðurin fyri bæði byggistigini er mettur til 12,5 mió. kr. Restin av íløguni verður hildin av kommununum í Suðuroynni við stuðli frá fyritøkum og privatfólki kring landið o.ø. Landið kemur ikki at verða partur av rakstrinum. Helvtin av stuðlinum verður útgoldin, tá fyrsta byggistig er liðugt, og hin helvtin, tá annað byggistig er liðugt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.