Ferðaliðið (minus 3) komin fram til Barcelona (!)

Hetta bleiv eitt sindur óruddiligt, við at tríggir valdu ferðina frá, tí at tey allíkavæl ikki náddu fyrsta dag á Mare Nostrum í Barcelona, og at hini so allíkavæl sloppu úr Vágunum einaferð eftir klokkan 17 í gjár. Men nú er ferðaliðið so í Barcelona, minus Pál, Jón og Magnus, eftir at hava yvirnáttað í Malmø tí at einki hotel var at finna í Keypmannahavn í gjárkvøldið (vegna onkra ráðstevnu … tey høvdu sjálvsagt rúm fyrranáttina, men tað var óviðkomandi nú).

Eingin nær at svimja nakað í dag, av tí at innleiðandi riðlarnir byrjaðu umleið samstundis sum tey lendu í Barcelona. Men nú hava tey um ikki annað dagin í dag til at hvíla seg eitt sindur, og fyrireika seg til innleiðandi riðlar í morgin árini. Ferðaliðið er nú (seinast vit taldu): Svimjararnir Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal og Heðin L. Olsen, venjarin Petur Heðin á Fløtti, og fysioterapeuturin Thurid Kjærbo.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.