FM og JM í svimjing 2011

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú fríggjamorgunin 20. mai byrjar árliga Føroyameistarastevnan í svimjing, ið er hæddarpunktið í heimliga svimjikalendaranum. Kappast verður í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadag til sunnudag 20. til 22. mai, við avgerandi juniormeistarastevnu um morgunin, og beinleiðis sjónvarpaðum finalum um kvøldið. Føroyameistarastevnan er evstamark fyri úttøku til EJM í Beograd í summar, umframt síðsta stóra avbjóðing á stuttgeil áðrenn Oyggjaleikir á Isle of Wight.

CIMG3279

Skráin fyri FM/JM 2011

  • Fríggjamorgun 20. mai kl 10:00 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Fríggjakvøld 20. mai kl 18:30 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
  • Leygarmorgun 21. mai kl 09:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Leygarkvøld 21. mai kl 18:30 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
  • Sunnumorgun 22. mai kl 09:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Sunnukvøld 22. mai kl 17:00 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya

Meistarastevnan er skipað soleiðis, at øll kappast í innleiðandi riðlunum um morgunin til at koma í finalu um kvøldið, samstundis sum at juniorar og yngri kappast um heiðurin at gerast føroyskur juniormeistari 2011. Og um kvøldið eru tað so tey upp til 6 skjótastu í hvørjari grein sum kappast um at verða føroyameistari 2011. Harvið eru allir stevnupartar avgerandi hjá teimum yngru, samstundis sum at tey eldru mugu ansa sær at ikki taka tað ov róligt um morgunin, um tey vilja sleppa í finalu um kvøldið.

Úttøkur til altjóða kapping í summar

Føroyameistarastevnan er síðsta freist at klára kravtíð til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Beograd hin 6. – 10. juli, umframt í prinsippinum til HeimsMestarastevnuna í Shanghai hin 24. – 31. juli. Altjóða svimjisambandið FINA krevur tó at ásettu kravtíðir til HM verða kláraðar á langgeil, og tað er tí rættiliga greitt at Pál verður einasti luttakari fyri Føroyar, við tað at FM sum kunnugt er á stuttgeil. Til EJM kunnu tað hinvegin leggjast nøkur afturat teimum 5 sum longu hava klárað kravtíð: Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal og Heðin L. Olsen úr Ægir, umframt Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag.

CIMG3323

Beinleiðis í sjónvarpi og á netinum

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá øllum finalupørtum, í sjónvarpi og yvir interneti á www.kringvarp.fo. Hartil ber til at fylgja við tíðum og kjaki beinleiðis á www.svimjing.com/live, við møguleika hjá øllum at luttaka í kjakinum, og at seta viðmerkjaranum í sjónvarpinum spurningar sum so eftir førimuni verða svaraðir í sjónvarpinum.

Fagurt skrýdd høll

Svimjihøllin í Gundadali verður pyntað við fløggum og litum, sum á landsdysti ímóti Íslandi og á Føroyameistarastevnunum í fjør og fyrraárið. Hartil hevur Svimjisambandið onkrar ætlanir um at peppa upp presentatiónina av svimjarunum, og annað til at fríðka enn meira um stevnuna.

Millum stevnupartarnar eru so eisini leypandi tíðindi og viðmerkingar, á føroyskum svimjiheimasíðum sum www.svimjing.com, www.ssf.fo, www.hs.fo, www.aegirsvim.fo og www.fsvim.com.

Hørð kapping í væntu

Yngru svimjistjørnur okkara megnaðu at seta heili 12 juniormet og 8 føroysk met á Úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl, 2 juniormet á Bergen Swim Festival fyrr í mai, umframt 2 juniormet á Meistarastevnuni fyri Ung sum var í Klaksvík nú í vikuskiftinum. Spenningur er tí um hvussu verður á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni, nú tey eldru eisini sleppa at royna seg, og heiðurin sum føroyameistari stendur uppá spæl. Størstu nøvnini eru øll tey sum vit eftirhondini hava vant okkum væl og virðiliga við, íroknað tey 14 sum eru úttikin til Oyggjaleikir á Isle of Wight í juni mánaða:

  • Pál Joensen, Tanja Skaalum og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Magnus Jákupsson, Kristina Eliasen, Pauli Øssursson Mohr og Dánjal H. Hestoy úr Havnar Svimjifelag
  • Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag
  • Birita Debes, Astrid Foldarskarð, Cecilia W. Eysturdal, Turið S. Christiansen, Eva Trygvadóttir og Heðin L. Olsen úr Ægir

CIMG3369

Ársins svimjarar verða valdir

Venjarar úr øllum svimjifeløgum velja í leypi av FM/JM, hvørjir svimjarar sum skulu hava heiðurin at gerast ársins svimjarar hjá monnum og kvinnum í 2011, umframt ársins stjørnuskot. Í fjør vóru ársins svimjarar Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag, meðan ársins stjørnuskot vóru Tanja Skaalum og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Áhugaverd leinki

  • Startlistar til FM/JM 2011: http://www.livetiming.se/program.php?cid=759
  • Úrslit frá FM/JM 2001: http://www.livetiming.se/results.php?cid=507
  • Føroysk met á stuttgeil: http://www.ssf.fo/kapping/met/foroysk-met-25m/
  • Føroysk juniormet á stuttgeil: http://www.ssf.fo/kapping/met/juniormet-25m/
  • Kravtíðir til altjóða kapping í 2011: http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2011-25m/
  • Føroyskir styrkislistar fyri svimjiárið 2010/2011:
  • http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&clubId=107&gender=1&course=SCM&agegroup=X_X&stroke=0&season=2011

One thought on “FM og JM í svimjing 2011”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.