Magnus aftur juniormet í 200 blandað

Magnus Jákupsson setti fyri løtu síðani aftur føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hann í ‘superfinaluni’ á Bergen Swim Festival varð nummar 4 við tíðina 2:08.25. Hann setti annars juniormet í morgun við 2:08.70, tá ið hann kvalifiseraði seg til finaluna. ‘Superfinalurnar’ hjá norðmonnum verða ikki bólkabýttar, og Magnus fær tí eftir øllum at døma einki heiðursmerki fyri avrikið her í 200 blandað, hóast hann var næstskjótastur av teimum eldru juniorunum, við bara tann ára eldri danska Viktor Bromer frammanfyri seg á 2:03.61. Magnus svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Magnus svam beint áðrenn “knock-out” finalu í 50 metra bringusvimjing, men varð sligin út longu eftir fyrsta umfar, sum nummar 6 av 7. Um eina løtu skal hann svimja líknandi “knock-out” finalu í 50 metra ryggsvimjing, har útlitini eru rættiliga nógv betri til heiðursmerki.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.