Norðmenn undir stórt svimji- og lívbjargingar-átak

Norska Kunnskapsdepartementet hevur í samstarvi við Norges Svømmeforbund og Norges Livredningsselskap sjósett eitt landsumfatandi átak nú 1. apríl, at styrkja undirvísingina í skúlunum, og stimbra so nógvum børnum sum gjørligt at læra at svimja. Tey bjóða ókeypis tilfar til skúlarnar og tvey svimjimerki til børn sum klára grundleggjandi royndir í svimjing og lívbjarging.



Svimjiroyndin er rættiliga einføld, at kunna svimja 200 metrar. Um norskur næmingur í 4. flokki kann tað, so ognar hann sær sonevnda “Svømmeknabben” frá norska svimjisambandinum fyri einki. Norðmenn hava verið so beinasamir at leggja bók sína “Veien mot svømmedyktighet” út her á www.skolesvommen.no, og hava eisini lagt videoir sínar út har sum vit kenna frá teirra rás á YouTube. Tey hava eisini premiur til luttakandi skúlarnar.

Norges Livredningsselskap hevur á líknandi hátt eitt svimjimerki kallað “Livbøye bronse”, til tey sum klára bæði at svimja soleiðis grundleggjandi, og at bjarga sær sjálvum í vatni. Teirra undirvísingartilfar er her. Og á líknandi hátt hevur norska Utdanningsdirektoratet undirvísingartilfar her á udir.no, at stuðla undir svimji- og lívbjargingarundirvísingini í grundskúlanum.

Átakið fokuserar uppá 4. flokk, og varir frá 1. apríl til 20. juni 2011. Tað vil siga at tað er tá at norsku børnini kunnu fáa merkini fyri einki, meðan restin (tilfar á heimasíðum o.t.) vælsagtans er komið fyri at vera. At tað viðvíkjandi svimjingina er júst 4. flokkur og 200 metrar, kemur vælsagtans av at norðmenn longu hava kannað og vælsagtans fara at kannað tann árgangin, og at 200 metrar eru definitiónin hjá Nordisk Svømmeforbund uppá at ein persónur dugir at svimja.

Eitt óført átak, sum nærmast uttan nakað kundi verið gjøgnumført eisini í Føroyum. Vit brúka nevniliga longu norsku svimjiskúlaskipanina sum fyrimynd fyri okkara egna svimjiskúla, við somu lærubókum og merkjum, har hetta nýggja so bara kann koma afturat.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.