Sun Yang 7:44.12 í 800 frí í dag

Kinesiski Sun Yang betraði so væl og virðiliga um ársins bestu tíð í 800 frí, tá ið hann á kinesisku meistarastevnuni á langgeil í Wuhan svam teinin uppá 7:44.12. Heimsmetið hjá Zhang Lin er heilt niðri á 7:32.12 frá HM í Rom í 2009, men tíðin hjá Sun nú er uttan superdrakt, og hartil klárt betri enn tann annars besta tíðin í ár hjá franska Sebastien Rouault, sum er 7:54.95.

Onkur viðmerkir til greinina á SwimmingWorld Magazine, at Sun sambært kinesiskum fjølmiðlum ikki fer at svimja 800 frí í Shanghai, men heldur spara kreftirnar til 1500 frí, har hann sum kunnugt var nær við heimsmetið hjá Hackett í november í fjør.

Og róð verður annars uppundir at Sun bara vandi pace til 1500 í hesum 800 í dag; at tað sambært kinesisku miðlunum skal hava sæð lætt út. Éin viðmerkjari væntar eina tíð um 14:20 í summar, har heimsmetið hjá Grant Hackett frá 2001 er 14.34.56.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.