USA Today forsøgn væntar at Friis vinnur gull á OL í London

USA Today hevur lagt út hendan áhugaverda “Olympic Medal Tracker“, sum onkunsvegna roknar út hvør sum hevur besta kjans at vinna heiðursmerki á OL í London, í øllum ítróttargreinum, við støði í hvussu tey ymisku klára seg á HM og World Cup og líknandi. Forsøgnin væntar at Lotte Friis og Sarah Sjöström fara at vinna gull og Therese Alshammar silvur, men at tað annars verður soltið við heiðursmerkjum og finaluplássum til Norðurlond í London.



Pál Joensen og Mads Glæsner koma sambært forsøgnini nú ikki í nakra finalu, meðan Lotte Friis vinnur gull í 800, og Sarah Sjöström gull í 100 firvald. Therese Alshammar vinnur silvur í 50 frí, og annars eru finaluúrslitini eitt sættapláss til Rikke Møller Pedersen í 100 bringu, eitt 6. og 8. pláss til Alexander Dale Oen í 100 og 200 bringu, og eitt sjeyndapláss til Stefan Nystrand í 50 frí.

Einki Norðurland fær eina mannfólkastafett í finalurnar, meðan kvinnustafettirnar hjá svenskarum verða ávíkavist nr 6 og 7 í 4×100 frí og 4×100 blandað.

Í 1500 fer kanadiski Ryan Cochrane at koppa Oussama Mellouli, meðan Kosuke Kitajima og Michael Phelps fara at kappast um at gerast fyrsti mannligi svimjari sum vinnur gull í somu grein á trimum Olympiskum leikum í slag. Kitajima í 100 bringu, og Phelps í 100 og 200 firvald.

Men eg veit ikki … í 400 frí væntar skipanin at Larsen Jensen verður nummar 8, sum er givin og nýliga fekk prógv sum Navy Seal. Og í 1500 frí verður Grant Hackett framroknaður til at gerast nummar 6, hóast hann langt síðani er givin.

Funnið á blogguni hjá Gold Medal Mel.

3 thoughts on “USA Today forsøgn væntar at Friis vinnur gull á OL í London”

  1. Kanningin kostaði USA Today í minsta lagið 90.000 kr. Tey kundu einsvæl hála tøl av swimrankings.net.

    “Ultimate Sports Intelligence for journalists…
    …The Virtual Medal Table helps you answer all of these questions and provide high quality content to your audience…
    …As a newspaper you can obtain the exclusive rights for the Virtual Medal Table for your country. Not only for print, but as well for web and mobile devices… Basic price is 12,000 euro per year…”

    http://www.infostradasports.com/download/brochures/virtualmedaltable.pdf

  2. Her er okkurt broyt nú. Eg royndi at finna eitt samanhang við world rankings og handan listan, men tað er ógjørligt hehe
    Men Pál liggur sum nr.8 á listanum nú, og altso í finaluni har hann eftir teirra meting endar aftastur.

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.