Innbjóðing til Reysta-stevnu 2. apríl 2011

Viðfest er ein seinkað innbjóðing til Reysta-stevnu í Leirvík, nú leygardagin 2. apríl 2011, sum eg júst havi fingið í telduposti. Sum tit síggja er tað nakað seint at melda til, við tað at freistin fór sunnudagin, men vit mugu so bara ganga út í frá at viðkomandi hava fingið boðini beinleiðis ella líknandi.

Kæru tit

Leygardagin 2. apríl verður kapping í Leirvík fyri bólk 3 gentur og bólk 4 dreingir.
Kappingarnar eru 16 m frí, 16 m bringa, 16 m rygg, 16 m firvald og mix-stafettir.
Nr 1, 2 og 3 fáa medalju, umframt at øll fáa eina luttakaramedalju.
Luttakaragjaldið er 35 kr fyri hvønn svimjara.
Aftan á kappingina ber til at fara oman í Bowlinghøllina at eta pitsa. Kostnaður 50 kr pr. høvd, sodavatn er íroknað prísin.
Boðið frá luttakaratali við sms til Emily á tlf. 743206 í seinasta lagi sunnukvøldið kl. 22.
Win-grodan fílan kemur seinni.

Vegna
Reysta, FS og FLOT
Emily, Durita og Pálin

2 thoughts on “Innbjóðing til Reysta-stevnu 2. apríl 2011”

  1. Nei nei ikki for seint, at melda til enn, øll feløgini vita um hetta uttan susvim, men tad hava vit fingið uppá plåss nú :)) Eg havi fostadi, at grodan kemur út heilt skjótt :))

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.