Landsstýrið hevur ikki enn funnið pening til langhylin

Kringvarp Føroya hevði nú á døgverða hetta prátið við Kaj Leo Johannesen løgmann og Aksel Johannesen fíggjamálaráðharra, um hetta at tey hava lovað 4 milliónir krónur til Svimjihøllina á Oyrunum. Tað vísir seg at veruliga arbeiðið hjá teimum er rættiliga lítið ítøkiligt enn, har løgmaður sigst hava sagt at “soleiðis sum eg síggi tað, vilja ráðini hjálpa til við at finna peningin”, uttan at Fíggjarmálaráðið tó enn hevur fingið nakra umbøn um pening.

ÚF-0303111220-um-pengar-til-langhylin by svimjing

Løgmaður peikar á Mentamálaráðið, meðan fíggjarmálaráðharrin sigur at peningurin so skal finnast onkra aðra staðni, til at gera íløguna útreiðsluneutrala. Løgmaður svarar so aftur at tað er rætt nokk, at tey skulu pengarnar onkra aðra staðni, soleiðis sum tey nú einaferð hava gjørt við eykaíløgum síðani 26. september 2008. Tey fara tí at seta seg niður nú, at finna pengarnar onkra aðra staðni, ikki neyðturviliga bara í Mentamálaráðnum. og vænta at verða klár í mars ella apríl”.

At enda svarar løgmaður ógvuliga flákrandi uppá spurningin, um tey verða klár til tá freistin fyri eykajáttanarlógina er úti í mars, at freistin í veruleikanum longu er úti, men at hetta uppskotið tó verður klárt í mars ella í apríl.

Altso ikki heilt “í næstu viku”, sum sagt varð í miðlunum fyri góðari viku síðani.

2 thoughts on “Landsstýrið hevur ikki enn funnið pening til langhylin”

  1. Lurta eftir fyrsta svarinum hjá Helenu Dam á Neystabø mentamálaráðharra her:

    “Játtanarlógin er framvegis ikki broytt, og Løgtingið hevur disponerað yvir øllum karminum til Mentamálaráðið, eisini yvir teimum pengunum sum eg hevði sett til viks til stuðul til langhylin í Vági”

    http://www.svimjing.com/2011/02/23/story/ordaskifti-um-langhyl-i-logtinginum

    Tey hava altso avsett pengarnar einaferð, fyri síðani at taka teir frá hylinum aftur, og skulu nú aftur til at seta pengar av. Man følir seg freistaðan til at minna á, at Olympisku Leikar altso ikki bíða eftir sløsaríi í Løgtinginum.

    1. Okkara fólkavaldu kunna brúka fleiri ár um at diskutera 4 mió kr, meðan fíggjarlógin fyri 2011 uppá 5 mia kr tekur ein hálvan tíma at avgreiða. Og tá kann man hava í huga, sum Kringvarpið vísti á í D&V 28. desember, at fíggjarnevndarlimir fingu sítt uttan tað bleiv nevnt í fíggjarlógaruppskotinum ella í broytingaruppskotinum, ella fekk nakra viðgerð yvirhøvur í Løgtinginum. Sum dømi vísti Kringvarpið á fylgjandi samanføll millum mál og fíggjarnevndarlimir:

      • 5 mió kr eru settar av til Tekniska Skúlan í Klaksvík – Eyðgunn Samuelsen (javnfl.), fyrrverandi økisleiðari fyri HT útbúgvingina á tekniska skúla í Klaksvík og undirvísir á skúlanum.
      • 2.4 mió kr til vegagerð á Kalsoy – Bjørn Kalsø (sambandsfl.) er føddur og uppvoksin í Syðradali og er bóndi í bygdini.
      • 300.000 kr til Bláakross – KvF sigur, at hetta er eitt hjartamál hjá Bill Justinussen (Miðfl.).
      • 5 mió kr til Tjóðleikhúsið – Nakað Annita á Fríðriksmørk (Tjóðv.) ynskti, ífylgi KvF.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.