Skyldast norsk succés at tey spesialisera seg seint ?

Áhugaverd meining her á nyemeninger.no, í sambandi við at norskir politikarar ætla úrvalsflokkar til tónleikasnillingar í 5. – 7. flokki, við tilvísing til hvussu man ger í ítrótti. Anja Rynning Veum sigur at soleiðis er tað slettis ikki í norskum ítrótti, at tey spesialisera seg tíðliga, men at tey hinvegin bíða líka børnini eru 13 ár við at styrkismeta børnini, til at varðveita gleðina, samanhaldið og kensluna av at nytta nakað.

“Begrepet talent er mye mer enn å skåre mange mål på fotballbanen som 10-åring eller løpe 60 meter raskt. Ulik fysisk vekst er én grunn til det. Men det finnes også andre talenter. Forskning viser at allsidighet i 9-14-årsalderen har vært viktig for dem som senere ble gode. Du skal også ha talent for å orke å trene eller å spille hver dag. Mange «barnestjerner» har sluttet fordi de rett og slett har gått lei. Talentet innebar ikke den langsiktige jobben som skulle til for å bli god som senior. I tillegg slutter mange ungdommer på grunn av tidspress, fordi det ikke er gøy lenger eller fordi vennene slutter. Å skille ut en liten gruppe fra vennegjengen og de vanlige skolekameratene for å drive talentutvikling kan bidra til at talentene blir borte. Det har vi erfart. Mange av våre toppidrettsutøvere kan vise til en allsidig bakgrunn og trekker fram det sosiale miljøet på treningen som viktig for deres karriere.”



Tað er eingin ivi um at norðmenn hava lært at skapa senior-ítróttarfólk á heimsstøði, soleiðis sum vit í svimjingini til dømis hava sæð tað við Alexander Dale Oen og Ingvild Snildal. Vit vita eisini frá venjararáðstevnu á sinni, at Alexander Dale Oen serliga í uppvøkstrinum vandi alt møguligt annað afturat svimjingini, av tí at svimjifelag hansara Vestkantsvømmerne hevði trupulleikar við at fáa tíð og pláss nokk í hylinum. Og hann er so í øllum førum bæði OL silvurvinnari og evropameistari.

So hóast man hevur hug at halda at norðmenn altíð eru í so pedagogiskir, so er tað áhugavert at lesa hatta hjá Rynning Veum, um at norska ítróttarsambandið til dømis ein politikk um “Idrettens barnerettigheter“, sum sigur at øll børn upp til 13 ára aldur hava rætt at uppliva at kunna meistra nakað og gleða seg saman við vinum í ítróttinum. At tey hava reglu um at hóast tey kunnu kappast, so mugu tey ikki styrkismetast innanhýsis fyrr enn tey eru 13 ára gomul, um ikki tað tænir einum endamáli. Men at tey hinvegin ikki hava avmarkingar fyri hvussu nógv eitt barn kann venja.

Hetta eru viðtøkur sum hava verið galdandi síðani 1987, bygdar á ideologi sum Rynning Veum sigur hava verið bygdar upp yvir 150 ár, og sum man nú sær úrslit av á úrslitalistunum til OL. At varðveita børn og ung sum longst í ítróttinum, við fokus á at ítróttur skal vera eitt jaligt upplivilsi.

Det er et mål for idretten å beholde flest mulig, lengst mulig. Samtidig skal idretten legge til rette for dem som ønsker å bli best mulig. Kompetente trenere, variasjon og allsidighet i aktiviteten og godt sosialt miljø er derfor viktig. Treneren må evne å se hele mennesket. Det må være lov å være god på håndballbanen mandag og spille fiolin i orkesteret på tirsdag. Idrettsforbundet tror at elitesatsing i musikken når ungene er 11 år straks åpner dørene for elitesatsing på andre områder. Er dette noe vi virkelig vil? Hva gjør vi med musikktalentene når de slutter eller går lei?

One thought on “Skyldast norsk succés at tey spesialisera seg seint ?”

  1. Ómiddelbart virkar hetta sum beinleiðis í andsøgn við tað sum danir byggja upp, har svimjarar sum til dømis Mie Ø. Nielsen ganga í úrvalsflokkum longu í fólkaskúlanum.

    Men spurningurin er um tað er so galið, tá ið man hugsar um hvat ið tey gera í bestu feløgunum. Tað kann gott vera at barnið gongur bara til svimjing, av praktiskum og økonomiskum orsøkum; men hinvegin gevur svimjingin støðugt øll møgulig onnur ítróttarupplivilsi afturat sjálvari svimjingini. Her hugsi eg um at til dømis danska landsliðið nú í øllum førum tvey ár á rað hevur verið í hæddunum at ganga á skí.

    Um barnið bara gongur til éitt, so má tað éina bjóða tí ymisk upplivilsi, afturat høvuðsgreinini. Á Toftum hevur tíðin og plássið hjá FLOT altíð verið so mikið avmarkað, at eg rættiliga tíðliga valdi at lata ‘alt hitt’ yvir til Støkk og líknandi. Tað vil siga, setti meg ikki upp í móti at tey gingu til annan ítrótt eisini, simpult hen tí at vit ikki kundu bjóða teimum nokk í svimjifelagnum.

    Sjálvsagt hevði man kunnað brúkt hugflogið og farið í fjøllini at renna ella fjørðuna at rógva. Men tað var eisini ein fíggjarligur spurningur, tá ið tíð skuldi setast av til fult starv við síðuna av.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.