Bretar duga hatta við ov stuttum hyljum

Niðurlendska www.hollandswimming.nl skrivar undir ógvuliga lýsandi yvirskriftini “Whoehahaha: Nieuw zwembad is te kort !“, at spildurnýggju langhylurin í olympiskum formati í Portsmouth er 2 sentimetrar ov stuttur. Hann hevur kostað 5 milliónir bretsk pund at byggja, ella knappar 44 milliónir krónur. Sambært niðurlendsku kelduni ‘rulla politikarnir omaná hvørjum øðrum’, at geva hvørjum øðrum skyldina 🙂

[Princess Anne vitjar hylin, og uppdagar beinanvegin at har er okkurt ravruskandi galið]

3 thoughts on “Bretar duga hatta við ov stuttum hyljum”

  1. Sum eitt kuriosum so umsetur Google Translate p.t. hetta niðurlendska

    De pleuris is uitgebroken in het Engelse Portsmouth. Een recent opgeleverd 50 meter zwembad dat werd omschreven als een zwembad van Olympisch formaat en nota bene voldeed aan de Olympische normen is….. twee centimeter te kort !!

    … til bretska …

    The pleurisy has broken out in England Portsmouth. A recent work 50 meters swimming pool that was described as an Olympic size swimming pool and please note meet the Olympic standards … .. two inches too short!

    Legg til merkis at sentimetrar verða til tummar á enskum 😀

    1. Hmm, annaðhvørt hava niðurlendingar brúkt Google Translate hinvegin til at týða tumma til sentimetur, ella so er heilt ravruskandi galið har yviri í Bretlandi.

      Hesar keldur skriva nevniliga 2 tummar, har niðurlendingar siga 2 sentimetrar:
      http://www.dailymail.co.uk/news/article-1361504/Portsmouth-council-spent-5m-Olympic-swimming-pool-2-inches-short.html?ito=feeds-newsxml
      http://www.theregister.co.uk/2011/03/01/portsmouth_pool/
      http://uk.eurosport.yahoo.com/blogs/world-of-sport/article/36686/
      http://www.mirror.co.uk/news/top-stories/2011/03/01/olympic-pool-in-portsmouth-two-inches-too-short-115875-22957345/
      http://www.portsmouth.co.uk/news/politics/critics_say_pool_is_too_short_to_meet_olympic_standard_1_2455433

      Bretar siga eisini at hylurin kostar ‘bara’ 5 milliónir pund, sum partur av einum 20 milliónir pund ítróttardepli, har niðurlendingar siga 50 milliónir pund. Tað er tí rætta omanfyri.

      Orsøkin til at hylurin er ov stuttur, er at tey gloymdu at taka hædd fyri tíðtakingarpláturnar.

      The Sun hevur bestu yvirskrift: “Swimming Fools” 🙂
      http://www.thesun.co.uk/sol/homepage/news/3438515/5million-Olympic-swimming-pool-is-2inches-too-short-for-Olympic-Games.html?OTC-RSS&ATTR=News

      1. Hví nýta bretar tíðtakingarplátur sum eru 5 cm/2 tummar tjúkkar? 😉
        Okurt gamalt frá 60’inum, ella okkurt nýtt teir hava funni uppá? 😉

        Aja, tað er ikki bert í Føroyum at ein renir seg inn í byggisjusk.

        Eg má fara at keypa ein lasara til at mála hyljarnar í Føroyum við, men bara róligur, eg sigi ikki nakað við nakran 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.