Video frá ‘clinic’ við Dunford og Korotyshkin

Arena & italska ADN Swim Project skipaðu herfyri fyri eini ‘clinic’ (stuttari ráðstevnu/venjingarlegu) í Riccione í Italia, har ungir svimjarar sloppu at hoyra, síggja og fáa leiðbeining frá kenjanska Jason Dunford og russiska Evgeny Korotyshkin.



Hatta ADN er forrestin nokk so áhugavert, ein italsk verkætlan til at fáa svimjistjørnur úr øllum heiminum til Italia at venja, við tilboð um hjálp til alt sum nú einaferð krevst. Í løtuni eru íðkararnir sambært heimasíðuni serbisku Milorad Čavić og Miroslava Najdanovski, kenjansku Jason og David Dunford, og russisku Evgeny Korotyshkin og Sergey Fesikov.

Eitt áhugavert er millum annað teirra “Positivo alla Salute” átak, har íðkararnir regluliga verða testaðir fyri møguliga genetiska mutatión av doping. Eftir øllum at døma er serliga Čavić ein íðin fortalari fyri ‘blóðpass’, sum er hetta nýggja sum danir millum annað innføra nú, at stovna ein ‘blóðprofil’ av øllum íðkarum, til at kunna staðfesta um blóðvirði teirra knappliga broytast av doping.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.