Norðmenn bjóða nú eykaundirvísing til børn sum ikki duga at svimja

Hetta er so upplagt at tað næstan er grátiligt: Norska svimjisambandið hevur staðfest at meira enn helvtin av norskum skúlabørnum ikki duga at svimja, og bjóða tí saman við tí Oslo kommunu ókeypis eykaundirvísing til tey sum hava trupulleikar.

Hetta innslag á NRK vísir hart og kontant á trupulleikan, við video frá tá ið tey dreggjaðu eftir tveimum druknaðu skúladreingjum, og so beint til politikaran sum lovar bat. Við orðunum at tað í síðsta enda handar um lív og deyð.

Norsk skúlabørn eiga at duga at svimja eftir 4. flokk, men kunnu sambært Bjørn Soleng aðalskrivara í norska svimjisambandinum ikki læra tað uppá teir 10 tímarnar, sum tey í ringasta føri hava fingið. Tí fara tey nú at bjóða eyka undirvísing eftir skúlatíð, fyri einki, til at læra fleiri at svimja.

Í fyrstu atløgu sær tað út til at hendan verkætlan er avmarkað til Oslo, men hugskotið er upplagt allastaðni. Eisini í Føroyum. Tað er lætt at staðfesta um børnini duga at svimja, og so bara ein spurningur um tíð til at fáa tað upp á pláss.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.