Løgmaður stuðlar langhylinum í Vági

Kaj Leo Johannesen segði í tíðindasendingina á Rás2 í dag, at hann stuðlar verkætlanini í Vági, og at eitt uppskot um játtan til ætlaða stuðulin frá Landinum á 4 milliónir krónur kemur í Løgtingið í hesari vikuni. Hann sigur at úrslitini hjá Páli Joensen og øðrum føroyskum svimjarum eru so mikið góð, at við eiga at fáa ein altjóða góðkendan langhyl. “Tað hevði verið ein ótrúliga góð branding av Føroyum fyri ein sámiligan prís” , sigur Løgmaður. Lesið her á Portalinum.

Kaj Leo granskar EM silvurið

Viðvíkjandi spurninginum um langhylurin kundi ligið aðrastaðni í Føroyum, har røddir hava verið frammi um, at ein langhylur heldur eigur at liggja í miðstaðarøkinum, vísir Løgmaður á, at einki ítøkiligt uppskot finst um ein langhyl í Havnini. Og gevur annars ætlanini í Vági sín fulla stuðul:

– Eg fari at gera mítt fyri at stuðla verkætlanini. Sum eg segði við Pál Joensen, so haldi eg verkætlanin í Vági er ótrúliga spennandi og góð, og tí vil eg royna at fáa stuðul frá samgonguni til at játta fýra milliónir krónur í stuðli.

One thought on “Løgmaður stuðlar langhylinum í Vági”

  1. Hatta er púra rætt, og forrestin fúl skomm, at “einki ítøkiligt uppskot finst um ein langhyl í Havnini”

    Vágur er í løtuni einasta rætta stað í Føroyum at plasera okkara fyrsta langhyl. Tey hava eina ítøkiliga ætlan, venjara og svimjara á heimssstøði, og góðan gróður í felagnum yvirhøvur.

    At byrja at panikk-ætla eina høll onkra aðra staðni í Føroyum, er sum at fyristilla sær at man fingið konsertpianistar úr einum og hvørjum húsi, bara tú setti eitt klaver í stovuna.

    Jú, amboðið skal til, um tú yvirhøvur skalt kunna venja. Men tað sum skapar úrmælingin, eru evnini, viljin og venjingin. Kanska enntá viðrákið við, sum er serliga í Vági í løtuni.

    Og SO kunnu vit onnur koma hálsandi aftaná 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.