Danir halda at Pál kann heinta OL heiðursmerki í London

TV 2 Sporten hevði í kvøld eitt innslag við Pál Joensen, har útsendi fjølmiðlamaðurin og svimjiserfrøðingurin Michael Stærke lýsti Pál at vera “et af verdens største svømmetalenter”. Danski OL elitusjefurin Jesper Frigast Larsen greiðir her í sendingin frá hvussu tað ber til at Pál kann luttaka fyri Danmark til OL og annars fyri Føroyar í altjóða svimjing, og rósar eisini Páli við at siga at “for det første betyder det en medaljechance for kongeriget. Pál sjálvur sigur at málið fyrst og fremst er at koma í finaluna, har alt kann henda um hann kemur so langt, og at hann annars er glaður fyri á hendan hátt at fáa møguleika at kunna luttaka á OL.

pal-i-tv2-sporten

6 thoughts on “Danir halda at Pál kann heinta OL heiðursmerki í London”

  1. Hetta kunnu føroyskir fjølmiðlar læra nakað av, at hóast tað er berættigaður hondbóltsfepur í Danmark, og teir hartil spældu ein góðan dyst ímóti Svøríki í kvøld, so er yvirskot til at hugsa um annað eisini.

  2. Danmark er nu blevet en international svømmer rigere i olympisk sammenhæng, da Pál Joensen fra Færøerne har fået gennemtrumfet at han kan stille op for Danmark ved OL i London.
    http://www.swimnews.dk/?1692

    Teir nevna tó sum eisini danski parturin av http://www.simma.nu, at har eru tveir alvorligir kandidatar afturat til tey tvey plássini í 400 og 1500 frí, sum Danmark í mesta lagi kann luttaka við. Nevniliga Mads Glæsner og Anders Lie.

  3. Idrættens Analyseinstitut og University of London meta, at danir høvdu vunnið 4 heiðursmerki um OL var í 2010. Caroline Wozniacki hevði verið favorittur at vunnið gull í tennis, Matti Breschel kundi vunnið OL silvur í súkkling og Peter Gade og Tine Baun høvdu støðið til OL bronsur í badminton.

    Les meira á tv2.dk.

    Í OL 2008 vunnu danir 2 gull, 2 silvur og 3 bronsur. Í svimjingini fingu danir eitt heiðursmerki, tá Lotte Friis vann bronsu í 800 frí.

  4. Positiv viðmerking her á SwimNews.dk, har Peter Lund Hansen sigur um tíðindini um Pál:

    Det var da en feel-good nyhed. Også glædeligt ift. til Danmarks chancer for at få udtaget en 4×200 fri holdkap, der måske kan blande sig i top-8(finale).

    Glæsner og Pál må være de sikre kort. Flere bejlere som Nicolai Graae, Daniel Skaaning, Anders Lie, Frederik Siem og Nikolaj Kirketerp. Ærgeligt at Jon Rud valgte at takke af, han kunne være en stor hjælp på holdet

  5. Av svenska partinum av http://www.simma.nu

    Färöarnas bästa simmare, distanssimmaren Pal Joensen, har beslutat att simma OS för Danmark, 2012. Detta meddelar danska TV2-sporten i kvällens sändning. En stor förstärkning av det danska landslaget, minst sagt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.