Svimjing ger teg sterkari

Annika Olsen í SosialinumSosialurin hevði farna leygardag 14. januar eina grein um Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, har hennara fortíð sum landsliðssvimjari fær lutfalsliga nógv pláss. Eg loyvi mær at endurgeva partin um hennara svimjitíð her, har vit millum annað kunnu lesa hvussu fyrrverandi løgtingskvinna og landsstýriskvinna Kristina Háfoss sigur um svimjingina, at eginleikarnar tú ognar tær sum ítróttarfólk, kunnu brúkast aftur í lívinum og yrkisleið.

“Lívið sum elituítróttarfólk lærir teg nógv um teg sjálvan, og tú verður ein sterkari persónur. Tað er nakað, sum kemur væl við í politikki og í lívinum annars.”

Parturin um svimjing …

Lítli svimjihylurin í skúlanum í Vági var fyri tað mesta karmur um ungdómsárini hjá Anniku. Umframt at spæla fiól, var hon millum fremstu svimjararnar í landinum í sínum árgangi. Hon fór málrættað og einsamøll í kalda hylin klokkan fimm hvønn morgun at venja fyri skúlatíð. Svimjifelagið kundi ikki útvega henni ein venjara, og tí ráddi hon yvir sær sjálvari. Hon vandi eisini seinnapart og aftur um kvøldið. Hon svam gott og væl fimm tímar hvønn dag.

Stórasysturin Elsa Maria Holm Olsen, stjóri í Rúsuni, er 10 ár eldri enn Annika. Hon vísir á, at lítlasysturin røkkur altíð sínum málum.

– Annika hevur fingið nógv gott heimanífrá. Hennara kappingarlyndi er genetiskt og sosialt, og tað er ment og styrkt við árunum. Hon er uppald at vera málrættað, sjálvstøðug og hava høgar ambitiónir. Ikki við atliti at status, men høgum morali, framburðssinni og fakligheit. Hon er perfektionist. Tekur hon eina uppgávu á seg, greiðir hon avbjóðingina til lýtar. Hon er fokuserað og málrættað og fer ongantíð, har garðurin er lægstur, sigur Elsa Maria Holm Olsen.

Lívið hjá Anniku hevur altíð verið skipað og sett í tímatalvu. Hon viðgongur, at tað eru fyrimunir og vansar við ikki at hava fríar teymar. Vinkonurnar vóru stundum skúgvaðar til viks, tí hon skuldi venja og fyrireika seg til næsta skúladagin. Hinvegin lærdi hon at venja fram móti einum máli, sum er fleiri ár burtur, og halda fram við at hava fokus. Tað er ein rúgva av royndum og lærdómi, sum hon kann brúka í dag. Torføra kabalin at fáa áhugamálini at hanga saman sum ein eind, gekk nøkulunda.

Annika strembaði eftir oddinum og tað gav úrslit. Frá 1988 til 1995 var hon partur av føroyska svimjilandsliðnum sum stóð seg væl á Oyggjaleikum.

Kristina Háfoss, fyrrverandi løgtingskvinna og landsstýriskvinna fyri Tjóðveldi, var eisini á svimjilandsliðnum hesi árini. Kristina vísir á, at hon og Annika vóru sera góðar vinkonur, hóast tær vóru kappingarneytar í hylinum.

Kristina lýsir Anniku sum ídna, málrættaða og arbeiðssama. Hon legði nógva tíð og og orku í venjingina, og tók ítróttin í stórum álvara.

– Hon gjørdi meira enn tey flestu við svimjingina. Hon var í Danmark í eina tíð, har hon hevði góðar umstøður at venja. Úrslitini vóru góð, bæði í føroyskum høpi og á Oyggjaleikum. Hon hevði uttan iva rokkið longri, hevði hon hildið fram. Tað kann eg bara gita um. Eg vóni, at Annika gleðist um síni úrslit, heldur enn harmast um tað, hon ikki rakk, sigur Kristina Háfoss.

Annika flutti til Danmarkar 15 ára gomul. Hon gekk í studentaskúla í Odense. Annika treivst ikki serliga væl í danska snobbaumhvørvinum við forkelaðum yvirklassa børnum, sum vóru frá sær sjálvum, fingu tey ikki ein bil í føðingardagsgávu frá foreldrunum. Henni longdist heim til Føroya, men tað vendist ikki aftur.

Annika gavst at svimja í 1995, tá hon fór undir hægri lestur. Tíðin rakk ikki til at halda fram. Hon var cand. mag. í norðurlendskum bókmentum og málum sum høvuðsgrein, og átrúnað sum síðugrein, tá ið hon fór heim aftur til Føroya í 2001.

Kristina Háfoss fór, eins og Annika Olsen, upp í politikk. Hon letur ongan iva vera um, at eginleikarnar, tú ognar tær sum ítróttarfólk, kunnu brúkast aftur í tínum lívi og tíni yrkisleið.

– Til dømis at seta sær mál, leggja ætlanir, arbeiða miðvíst fyri at røkka tí, eftirmeta og annað. Lívið sum elituítróttarfólk lærir teg nógv um teg sjálvan, og tú verður ein sterkari persónur. Tað er nakað, sum kemur væl við í politikki og í lívinum annars. Annika er grundleggjandi tann sama í dag sum tá. So hvørt vit verða eldri, mennast vit sum menniskju. Annika hevur síðani hon svam, nomið sær útbúgving, størri samfelagsinnlit, stovnað familju og fingið fleiri lívsroyndir. Tað er alt nakað, sum ger hana betur føra fyri at røkja sítt starv, sigur Kristina Háfoss.

One thought on “Svimjing ger teg sterkari”

  1. Annika Olsen luttók á oyggjleikunum í 1989, 1991 og 1993 og vann í alt 4 bronsur.


    Soleiðis var menningin hjá Anniku í 50 frí frá 1984 til 1991. Í 8×50 stafettini í Álandi 1991 svam Annika fyrst við tíðini 29.63. Tíðin 29.65 í grafinum er frá 4×50 frí, har hon eisini var fyrsti svimjari.


    Menningin í 50 bringu frá 1984 til 1991. Tíðin frá 1991 er úr 4×50 blandað, so hon telur ikki heilt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.