Stórur áhugi fyri at svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina í DK

Danska svimjisambandið skipaði farna leygardag fyri temadegi um skúlasvimjing, har svimjifeløg og kommunur skiftu orð um møguleikan at lata svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina. Har var stórur áhugi sambært svoem.dk frá 12 kommunum og 37 svimjifeløgum, við 94 nøvnum á luttakaralistanum. Framløgurnar síggjast her, hjá umboðum frá ymisku áhugabólkunum, Dansk Idrætsforbund, Dansk Svømmeunion, Syddansk Universitet, Gentofte Kommune, Gentofte Svømmeklub og Horsens Svømmeklub.

Einki føroyskt umboð var á degnum, men framløgurnar benda á at áhugin serliga er vegna tey trý punktini sum umboðini hjá Dansk Idrætsforbund listaðu upp sum “Finanskrise, Faglighed og Foreninger”. Skúlasvimjing kostar nógvar pengar, samstundis sum kommunurnar eru kroystar til at skula spara, og spurningurin er tí um svimjifeløgini í økinum ikki kunnu gera tað líka væl fyri færri pengar. Eisini tí at virksemið hjá svimjifelagnum tá kann víðkast til at vera allan dagin, heldur enn bara uttanfyri skúlatíð, við hartil hoyrandi størri møguleika fyri at bjóða vaksnum instruktørum og venjarum fulltíðararbeiði.

Trøini vaksa tó ikki inn í himmalin, sum Dansk Svømmeunion vísir á í sínari framløgu, við tað at størri krøv tá verða sett til instruktørar og leiðslu í svimjifeløgunum, um pædagogikk og at kunna fáast við næmingar sum ikki sjálvir hava valt at svimja.

Men sum umboðini fyri Gentofte Kommune vístu á, so kann alternativið verða at skúlasvimjingin má niðurleggjast, vegna krav um sparingar. Svimjing er ikki kravd lærugrein í (danska) fólkaskúlanum, um enn børn eftir 5. flokk skulu kenna til lívbjarging og tað at vera tryggur í vatni, og eftir 9. flokk at kenna til trygd í og á vatni. Lógin krevur ikki at børnini skulu verða vát fyri tað, men bara at tey hava lært um tað … vælsagtans sum tú í landalæru ikki skal runt í øll lond fyri at hava lært um tey.

Hetta sampakkar illa við at tað er so nógv vatn runt Danmark, og konsulentarnir hjá Gentofte Kommune skjóta tí upp at Gentofte Svømmeklub avgreiðir skúlasvimjingina fyri skúlarnar um fyrrapartin, við onkrum tey kalla “SFO-medarbejdere” (svimjilærarar hjá skúlunum?) at fylgja børnunum og vera hjálp í undirvísingini. Børnini fáa meira tíð í hylinum, og foreldrini fáa tað størri fakligu menning av svimjiundirvísingini sum tey eftirlýsa, við tað at feløgini eru klár at bjóða børnunum meira og meira krevjandi svimjiundirvísing, tess betri tey verða. Børnini fara eftir øllum at døma at læra fyrr at svimja, bíðilistarnir minka hjá feløgunum, feløgini fáa lættari við at ‘spotta’ talentini, og børnini kenna felagið longu áðrenn tey kanska velja at svimja eisini í frítíðini. Felagið fær betri møguleikar at bjóða sínum instruktørum spennandi starv, og kunnu betri brúka sínar ressursur fult út.

Avbjóðingar eru til dømis at tað krevur nýtt samstarv millum svimjifelag, skúla og kommunu, og at har kanska er okkurt við lærarafelag og líknandi. Okkurt við at kommunur eiga at bjóða sovorðið út, og at har er ein ‘lov om virksomhedsoverdragelse’. Men alternativ eru millum annað sum sagt, at “skolesvømning afskaffes”.

Les víðari í framløgunum her á svoem.dk, har Gentofte Svømmeklub millum annað vísir hvussu tey betri fáa nýtt hylin fult út, og tíðina hjá skúlabørnunum, um tey yvirtaka skúlasvimjingina. Har er eisini ein áhugaverd framløga hjá Horsens Svømmeklub, sum bendir á at tey har longu eru komin langt við at gera sáttmála millum felag og kommunu, har lærari og svimjifelag samstarva um undirvísingina (lærarin sum pædagogiskur vegleiðari á kantinum, og svimjivenjarin sum tann praktiski í hylinum).

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.