Jeanette Ottesen venur nú heldur við norðmonnum

Danska Jeanette Ottesen fer nú sunnudagin á venjingarlegu í Teilandi saman við norskum svimjarum, sambært henni sjálvari tí at hon er troytt av venjingarlegum saman við danska landsliðnum. Hon følir at hon verður noydd at gera nakað nú, um hon skal kunna vinna gull á OL í London 2012, og avdúkar hartil at hon tá ætlar at gevast við úrvalssvimjingini. Sí innslag her á TV2.dk.

Jeg er altid sammen med det danske landshold og jeg får meget hurtigt lejr-kuller, og derfor kunne jeg godt tænke mig at prøve noget nyt.” … “Jeg er nået til det punkt hvor jeg faktiskt er lidt træt af det og jeg gerne vil være sammen med nogle andre mennesker end jeg er vant til.” … “Jeg er træt af at blive nummer to, jeg er træt af at blive nummer tre, jeg vil gerne være nummer ét, så jeg bliver nødt til at gøre noget nu.”

2 thoughts on “Jeanette Ottesen venur nú heldur við norðmonnum”

  1. Politiken skrivar at Jeanette fer til Teilands at venja (vælsagtans svimjing) saman við einum av sínum argastu kappingarneytum, norsku Ingvild Snildal, mean restin av danska landsliðnum fer til Slovenia at standa á skí.

    http://politiken.dk/sport/ECE1159442/jeanette-ottesen-svoemmer-sine-egne-veje/

    Jeanette umhugsar eisini at lata verða við at luttaka á hæddarleguni hjá danska landsliðnum í februar, av tí at hon ikki metir seg fáa nakað serligt burtur úr hæddarlegum.

    Í staðin umhugsar hon at fara til Los Angeles at venja saman við Mads Glæsner.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.