Nýggjarsrøða Hestoy

Formaður SSF hevur sent okkum hesa heilsan, nú nýggjárið stundar til:

Nýggjársheilsan 2010/11

Nú stundar brátt til nýggjárs, 2010 liggur skjótt aftanfyri okkum og vit hava set hol á 2011. Um nøkur løta á árinum er passandi at hyggja eftir tí farna, má tað vera nú gamlaárskvøld.

SANY1756

Fyri Svimjisamband Føroya, svimjifeløgini og allar limir í svimjifeløgunum og svimjarar annars hevur 2010 verið eitt megnarár. Sersamband okkara gjørdist 30 ár tann 14. desember og arbeitt verður við at savna søguna, og kemur hon út í hesum svimjiárinum. Svimjing er tó ikki einans 30 ára gomul í Føroyum. Fyrsta skrivliga keldan, ið viðgerð føroysk svimjiviðurskifti er Føroyingsøga. Har verður fortalt um, hvussu góður svimjari Sigmund Brestisson var. Tá ið hann var í Noregi, var hann næstur eftir noregskong, og seinni bjargar Sigmund lívið við at svimja úr Skúvoy til Sandvíkar.

Fyrsta svimjikapping vit vita um, varð fyriskipað á ólavsøku í 1912, og var ólavsøkukappsvimjingin fastur táttur heilt upp í áttatiárini. Hugaligt at síggja at Havnar Svimjifelag í 2010 skipaði fyri kappsvimjing á Havnarvág, 98 ár síðani fyrstu kappingina. Hetta nýggjasta skotið á svimjitrænum hjá okkum, havssvimjing, hevur verið virkið í ár, við svimjikappingum á jóansøku og ólavsøku. Eisini síggja vit ein gróður runt um landið, har fólk taka seg saman at svimja á sjónum.

DSC00581

Ítróttarliga hava vit nógv stór avrik at gleðast um. Essið hjá okkum, Pál Joensen, megnaði at vinna sítt fyrsta heiðursmerki til eina av teimum stóru seniorkappingunum. Tað eyðnaðist honum at vinna silvurheiðursmerki til Evropa Meistarastevnuna í langhyli í Budapest, eitt úrslit, ið vakti ans í øllum svimjiheiminum. Í november luttók hann so á World Cup stevnum í Berlin, Moskva og Stokkhólmi. Úrtøkan gjørdist tvey gullmerki og trý silvurmerki og eitt bronsumerki. Pál endaði 2010 við tveimum trettandaplássum til Heims Meistarastevnuna í stutthyli í Dubai.

Millum tey yngru er eisini grøði og vunnu svimjarar okkara heiðursmerki til Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Drammen í Noregi og til Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Juniorar í Kastrup í Danmark. Til NJM 11. – 12. desember var tað Birita Debes úr Flot, ið vann eitt gullmerki. Til NMU í Drammen 3. – 4. juli var tað Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag, sum gjørdi um seg, hann vann trý heiðursmerki, eitt gull, eitt silvur og eitt bronsumerki. Føroyar luttóku á fyrsta sinni til meistarastevnu fyri evropeiskar smátjóðir, meistarastevnan var hildin í Hafnafirði í Íslandi og gjørdist vit nummar tvey eftir íslendsku vertunum. Á øðrum sinni var landsdysturin millum Ísland og Føroyar hildin í Laugardalshøllini í Reykjavík. Okkara lið var ungt, og úrslitið gjørdist tað øvugta av í 2009, Ísland vann við 98 stigum móti 80.

DSC00237

At 2010 hevur gingið væl fyri føroyska svimjing sæst eisini aftur í settum metum. Tilsamans eru sett 169 junior og seniormet, eitt av hesum: 1.500 frísvimjing í langhyli hjá Páli Joensen er eisini norðurlendskt met.

Í 2010 fingu vit eisini ein altjóða FINA-dómara afturat. Umframt Evald Rasmussen, ið hevur verið FINA-dómari í nøkur ár, er Dan Hjelm nú eisini góðkendur sum FINA-dómari.

DSC00754

Í 2011 eru stórar avbjóðingar fyri okkara svimjarar. Svimjisambandið hevur avgjørt at senda svimjarar til Evropeisku Junior Meistarastevnuna í Beograd fyrst í juli. Eisini verður luttøka til Heims Meistarastevnuna í langhyli í Shanghai í Kina. Í endanum av juni verða so aftur Oyggjaleikir á bretsku oynni Isle of Wight. Íslendska landsliðið kemur til Føroyar til triðja landsdystin, ið verður 8. oktober og væntandi verður aftur í 2011 luttøka í einari ella fleiri World Cup stevnum. Árið endar við luttøku til Norðurlendsku Junior Meistarastevnuna, ið verður í Íslandi og Evropeisku Meistarastevnuni í stutthyli, ið verður í Szczecin í Pólandi. Nógvar spennandi avbjóðingar fyri bæði yngru og eldri svimjarar í 2011.

DSC01601

Tað er okkara vón í Svimjisambandinum, at tann dygga undirtøkan, sum svimjing fær frá okkara stuðlum, teimum almennu Føroyum og føroyingum sum heild, fer at halda fram – uttan henda moralska og fíggjarliga stuðul, so bar ikki til.

Øllum tykkum, ið bera føroyska svimjing fram, svimjarum, venjarum, nevndarlimum í feløgunum, nevndarlimum í Svimjisambandinum og tykkum, sum av áhuga geva eina hjálpa hond, vil eg takka hetta gamlaárskvøld. Ein serstøk tøkk til næstformannin í Svimjisambandinum, Rók í Jákupsstovu, sum umframt at gera eitt megnararbeðið í sambandinum, eisini av sínum eintingum rekur heimasíðuna www.svimjing.com. Heimasíðan, ið herfyri hevði tíðindi nr. 3.000 hevur verið virkin í skjótt 4 ár, og virkar bæðu sum tíðindaberi og kjakforum fyri svimjiáhugaðar føroyingar. Hetta er ein heimasíða, ið nógv øvunda okkum.

DSC00746

Við hesum vil eg fegin takka tykkum øll fyri gott samstarv í 2010 og við bestu ynskjum fyri eitt eydnuberandi nýggjár bæði fyri okkara ítrótt og Føroyar sum heild.

Við svimjikvøðu

Jon Hestoy,
formaður Svimjisamband Føroya

One thought on “Nýggjarsrøða Hestoy”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.