Føroysku svimjararnir settu fleiri enn 150 met í 2010

Hóast missin av sonevndu ‘superdraktunum’, so megnaðu okkara bestu svimjarar at seta eini 169 føroysk met og juniormet í 2010, omaná øll metini frá 2009 og fyrr. Flottasta met var óivað norðurlendska metið hjá Páli Joensen í 1500 metra frísvimjing á langgeil, frá tá ið hann á EM í Budapest í summar vann silvur har við tíðini 14:56.90. Men hartil settu føroyingar 23 føroysk met á langgeil, 19 á stuttgeil, 52 føroysk juniormet á langgeil og 75 føroysk juniormet á stuttgeil, so at samlaða talið er 169 føroysk met og juniormet pluss eitt norðurlendskt.

CIMG3558

Listarnir eru eitt lítið sindur avskeplaðir, av tí at so fá langgeila-juniormet vóru við ársenda 2009, og okkara svimjarar tí har skuldu ‘bara’ miðja ímóti at klára tær í september 2008 innførdir kravtíðir. Kravtíðir sum vóru ásettar til at umganga alt ov løtt føroysk juniormet, fyrstu tíðina eftir at vit skiftu aldursbólkaskipan, og tí viðvíkjandi juniormetum byrjaðu við einum blonkum arki. Og sum tað hóast alt vísti seg at vera torført at klára í 2009.

Tey føroysku metini á langgeil hava kanska eisini verið eitt sindur forfordeild, við tað at føroysku svimjararnir farna árið í størri mun enn fyrr hava fingið møguleikar at kappast á langgeil. Vit hava sum kunnugt onga langgeil í Føroyum, og metini har hava tí í summum førum verið eitt sindur tilvildarlig og lutfalsliga veik, tí at so fá hava havt møguleika at kappast um at seta metini.

Men farna árið hevur so gott sum allur hópurin verið uttanlanda, ein stórur partur enntá fleiri ferðir, til bæði meira og minni avgerandi kappingar í leypi av árinum. Hetta hevur avgjørt flutt langgeilametini eitt gott petti niður á pláss, í støði í mun til stuttgeilametini.

SANY1293

Og viðvíkjandi stuttgeilametini í seniorbólkinum er eingin ivi, at her kappast føroysku svimjararnir ímóti allari søgu hjá Svimjisambandi Føroya yvirhøvur, líka aftur til tá ið sambandið varð stovnað afturi í 1980. Tað vil siga øll nøvn vit kenna frá føroyskari svimjing í nýggjari tíð, við undantakið av nøkrum fáum metum hjá Jon Hestoy, Elspu Mørkøre og tílíkum, frá tá ið tey ikki svumu fyri Svimjisambandi Føroya.

Alt annað er við, sum vit kenna frá til dømis føroysku luttøkuni á Oyggjaleikum. Øll hesi nøvnini sum til dømis Petra Gardar, Martin Venned, Elmar Ósa, Heri Mortensen, Durita Djurhuus, Høgni T. Hansen, Petur Heðin á Fløtti, Annika Olsen, Heidi Friang Cruse, Eivind Eysturoy, Ingi Andreasen, Heini Rasmussen, Kristian Martin Joensen, Bogi Lenvig, Asbjørn Hansen, Dia Jacobsen og Elspa Mørkøre.

CIMG3245

Øll hava tey kappast um at seta hesi somu føroysku seniormet í ‘opna’ bólkinum, sum er tað skjótasta ið nakað føroyingur yvirhøvur hevur svomið svimjigreinina. Í Føroyum, á Oyggjaleikum ella aðrastaðni í føroyskum svimjihøpi. Og tað eru altso serliga hesi met sum siga nakað um støðið í dag, at okkara svimjarar í dag hóast sum heild ungan aldur hava betrað føroysku metini 19 ferðir á stuttgeil, fyrsta árið eftir at sonevndu ‘superdraktirnar’ vórðu bannaðar.

Eitt óført úrslit, ið ber boð um eitt spennandi 2011, nú Oyggjaleikir aftur eru bara eitt hálvt ár burturi, og aðrar spennandi kappingar sum EJM í Beograd og HM í Shanghai eisini banka uppá.

3 thoughts on “Føroysku svimjararnir settu fleiri enn 150 met í 2010”

  1. Ein sundurgreining av metunum her, sum vórðu sett í 2010. Vit síggja at serliga Magnus og Birita seta met í firvald og rygg, og at stafettirnar hjá Ægir og Cecilia og Turið har norðuri eisini hava stóran týdning fyri at fáa nøgdina av metum so høgt upp.

    Frí Firvald Rygg Bringa Blandað Tilsamans
    Magnus Jákupsson (HS) 14 12 7 33
    Birita Debes (FLOT) 2 4 19 1 26
    Ægir liðsvimjing 17 6 23
    Cecilia Eysturdal (Ægir) 17 17
    Turið S. Christiansen (Ægir) 2 10 5 17
    Tanja Skaalum (SuSvim) 1 10 11
    SSF liðsvimjing 7 3 10
    SuSvim 6 1 7
    HS liðsvimjing 5 1 6
    Poula Ø. Mohr (FS) 6 6
    Monika Biskopstø (Ægir) 3 2 5
    Pál Joensen (SuSvim) 2 1 3
    Astrið Foldarskarð (FLOT) 2 2
    Helena Sævarsdóttir (SuSvim) 1 1
    Jón Hofgaard (SuSvim) 1 1
    Pauli Ø. Mohr (HS) 1 1
    Tilsamans 59 32 31 22 22 169
  2. 3 met væntaðu í listanum, sum vórðu sett á SuSvim stevnu í november mánaða, og sum eg tí havi lagt afturat nú. Pál Joensen setti har føroyskt met í 100 bringu við 1:03.99, Tanja Skaalum juniormet í 200 frí við 2:09.04, og Magnus Jákupsson juniormet í 200 blandað við 2:10.51. Tey eru so komin afturat nú, og tíðindini broytt hareftir omanfyri.

    Komið endiliga við fleiri rættingum, um tit síggja at okkurt manglar ella er ov nógv. Betri at fáa tað rættað nú, enn at sita og ivast um nøkur ár 🙂

  3. Á stabbamyndunum síggja vit, at umleið helvtin av skrásettum metum eru yngri enn eitt ár. Soleiðis var støðan í 2009, og soleiðis er støðan eisini í 2010. Tølini skulla takast við fyrivarni.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.