Væl heim aftur komin

Ja, so eru vit komin heim aftur í øllum góðum, og kuffertini vist nokk á veg eisini. Tað var ein harður umgangur, frá tí at Pál svam 1500 til vit umleið eitt døgn seinni vóru heima aftur á klettunum.

DSC02220

1500 meturin gekk avgjørt ikki sum ætlað, og vit vóru tí øll eitt sindur punkterað, har í høllini eftirfylgjandi. Tá var gott at fara at heilsa uppá føroyingar sum vóru komin at hyggja, og gjøgnum tey frætta ymiskt spennandi um Dubai.

DSC02208

So var tað at onkur kom í tankar um, at hotellið ikki serveraði døgverða eftir klokkan 23:30. Full speed út til bussin sum sjálvsagt akkurát var farin, fyri síðani at sita har leingi meðan bussførarin royndi at finna útav hvussu heimrutan var.

Sjálvur busstúrurin gekk tó ókey, næstan beint á mál, og so var døgverði har enn, tá um midnáttarleiti. Síðani eina lítla løtu saman á kamarinum hjá mær og Jón, áðrenn kuffertpakking og songartíð.

DSC02231

Klokkan 06:30 vóru vit sum avtalað klár at fara í bussin til flogvøllin, sum so vísti seg at vera fluttur til at koyra klokkan 06:00. Ná, har var so ein annar, ið koyrdi okkum beina leið til terminal 3, sum var tann skeivi.

So í ein taxa yvir í terminal 1, har ein blíður maður beyð seg til at koyra kuffertini á ein vogn, og vísa okkum veg til check-in-skrankan hjá SAS. Fyri pengar, sjálvsagt, vísti tað seg.

Nú gekk betur, fingu vatn og alt møguligt við gjøgnum security og avstað, og so 7 tímar á hørðum setrum í einum trongum flúgvara. Við filmum og spølum í stólasetrunum, sum hjá Bjarnasyni ikki riggaðu ordiliga fyrr enn einir 2 tímar vóru eftir.

Anyways, komu fram til Kastrup til tíðina, sum var so mikið tíðliga at vit kundu náa fyrra flúgvaran hjá Atlantic. Tað vil siga vit men ikki kuffertini, sum síðani eru komin dryssandi í dag.

Tað góða við at taka tann flúgvaran, var at suðuroyingarnir sloppu suður sama kvøld.

Næsti túrur verður longu 2. januar, tá ið Pál eftir ætlan fer á ‘battle camp’ í Potsdam. Beint nú eru vit lukkulig fyri at kunna halda stille og rolig jól, eftir ein rímiliga harðan túr til Dubai.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.