Pál 3:44.42 og nr 13 í 400 frí

Tað eydnaðist ikki Páli Joensen at koma í finaluna í 400 frí, tá ið innleiðandi riðlarnir vórðu svomnir í dag á HM á stuttgeil í Dubai. Tíðin 3:44.42 er umleið tað aftanfyri bestu tíð og føroyska metið hjá Páli á 3:40.12, sum heimsins bestu svimjarar sum heild svimja verri enn sínar bestu tíðir frá tíðini við ‘superdraktum’.

Tað var greitt longu áðrenn riðlarnar í morgun, at tað fór at verða sera ringt hjá Páli at svimja seg í finaluna, so væl sum hansara kappingarneytar longu hava svomið í til dømis 200 frí og 400 blandað. Jón Bjarnason metti áðrenn kappingina, at Pál mátti svimja upp í móti sína bestu tíð á 3:40.12 til yvirhøvur at koma í finaluna, og betri enn føroyska metið til at gerast nummar 7 ella betri.

Hetta helt rímiliga væl, og í øllum førum røttu megin kravið í mun til metingina hjá franska landsliðsvenjarum, at 4:42.5 fór at vera nokk til at koma í finaluna. Sjálvur heimsmetahaldarin Paul Biedermann fekk áttandapláss við 4:41.44, og føroyska metið hjá Páli hevði givið eitt fimtapláss.

Taktikkurin til sjálva svimjingina hjá teimum báðum helt væl upp til 200 metrar, har Pál enn helt ætlaðu splitt-tíðir. Men síðani var ætlanin at hann skuldi seta ferð á, har hann í staðin dragnaði nakrar tíggjundapartar fyri hvønn 50 metur, fyri síðani at enda at lata hinar fara, heldur enn at royna at seta ein spurt til.

Saman um tikið bilar tað tó kanska ikki so nógv, at Pál ikki oyðilegði seg til at royna at koma í eina finalu, sum her aftaná vísir seg at hava verið heili 3 sekund burturi. Møguleikarnir at vinna heiðursmerki vóru allíkavæl evarska smáir, og tað sum hann í staðin gjørdi var sum vit fyrr hava sæð ein fín upptakt til 1500 frí, har splitt-tíðir og armtaks-frekvensur hóskaði sera væl til tað hann skal gera sunnudagin.

Heldur enn at skula møta her aftur í kvøld til at royna eftir ógvuliga krevjandi heiðursmerkjatíðum, so kann hann í staðin slappa av á hotellinum og løða upp til finaluna í 1500 frí. Tíverri fyri okkum føroyingar kunnu vit nú staðfesta, at svimjarar sum Oussama Mellouli, Peter Vanderkaay, Mads Glæsner og Sébastien Rouault eru ógvuliga væl fyri, sum finalistar í 400 frí ið eisini fara at svimja 1500, og at Federico Colbertaldo, Zhongchao Zhang og Gergely Guyurta eisini eru har onkunstaðni, hóast teir heldur ikki kláraðu at koma í finaluna.

So ja, finalan í 1500 frí er enn ein fullkomiliga opin kapping, har Pál líka so væl kann fáa heiðursmerki sum ikki. 1500 er ikki sama kapping sum 400, við tað at tað kann vísa seg at svimjarar sum Mellouli møguliga hava vant seg til í so nógva sprintstyrki í mun til úthaldni, og at vektstongin tí kann vippa til fyrimuns fyri Pál. Men tað er eingin ivi um at teir allir eru har, onkunstaðni í nærheitini av heiðursmerkjavánunum, tá ið finalan verður sunnudagin.

Úrslitalistin frá 400 innleiðandi sæst her:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/WSC_DUBAI/C74A_ResSummary_22_Heats_Men_400_Free.pdf

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.