Fimm met afturat á NJM 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Magnus Jákupsson setti í morgun føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup svam teinin upp á 2:04.82, har metið hjá honum frá føroyameistarastevnuni í vár var 2:04.99. Birita Debes setti eisini juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:20.30 har metið hjá henni frá úttøkustevnuni í Klaksvík í oktober var 2:23.16. Og tær fýra Jonna B. Thomsen, Cecilia Eysturdal, Birita Debes og Poula Ø. Mohr settu nýtt landsliðsmet fyri juniorar og seniorar í 4×200 frí, við tíðini 8:53.23, har metið frá NJM 2006 var 9:05.20.



Samlaða úrtøkan á NJM 2010 gjørdist sostatt 1 gullheiðursmerki, 2 føroysk met, 8 juniormet, 3 landsliðmet fyri juniorar og 1 landsliðsmet fyri seniorar:

  • 800 frí: Cecilia Eysturdal úr Ægir juniormet við 9:20.65
  • 100 frí: Birita Debes úr FLOT juniormet við 58.52
  • 200 firvald: Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag juniormet við 2:09.12
  • 4×100 blandað: Birita Debes (FLOT), Turið S. Christiansen (Ægir), Poula Ø. Mohr (FS) og Cecilia Eysturdal (Ægir) junior-landsliðsmet við 4:27.57
  • 400 blandað: Turið S. Christiansen úr Ægir juniormet við 5:10.76
  • 200 frí: Cecilia Eysturdal úr Ægir juniormet við 2:08.76
  • 100 rygg: Birita Debes úr FLOT gull, føroyskt met og juniormet við 1:01.46
  • 4×100 frí: Birita Debes (FLOT), Cecilia Eysturdal (Ægir), Poula Ø. Mohr (FS) og Jonna B. Thomsen (FS) junior-landsliðsmet við 4:02.35
  • 200 rygg: Birita Debes úr FLOT juniormet við 2:20.30
  • 200 rygg: Magnus Jákupsson føroyskt met og juniormet við 2:04.82
  • 4×200 frí: Jonna B. Thomsen (FS), Cecilia Eysturdal (Ægir), Birita Debes (FLOT) og Poula Ø. Mohr (FS) junior- og senior-landsliðsmet við 8:53.23

Saman um tikið eitt avbera flott úrslit, í kapping ímóti svimjarum sum í stóran mun vóru so mikið sterk, at tað kundi vera trupult hjá føroyingunum at halda seg til sína egnu ætlan. Har vóru onkrir svipsarar, eisini í dag, sum tó fyri stóran part skyldast at svimjarar hava verið sjúkir her stutt upp undir stevnuna. Men saman um tikið flott, at fáa eitt lið heim aftur har øll hava betrað seg í onkrum, har ein vann gull, og har tey hartil settu eina rúgvu av metum.

Hervið er NJM og vetrarhálvan liðug hjá okkara juniorum, líka við undantaki av jólakappingini í Havn, komandi vikuskifti. Men longu nú mikudagin byrjar heimsmeistarastevnan á stuttgeil í Dubai, har Pál Joensen skal luttaka í 400 og 1500 metra frísvimjing, fríggjadagin og sunnudagin 17. og 19. desember 2010.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.