Startlistarnir til NJM 2010 síggjast nú á livetiming.dk

Donsku fyriskipararnir hava nú lagt út startlistarnir her á livetiming.dk, til norðurlendsku juniormeistarastevnuna 2010. Okkara svimjarar fáa tað hart, við tilmeldingum sum sjáldan sníkja seg upp í topp 6, og einans í trimum førum heilt upp ímóti heiðursmerkjunum. So sum man sigur – her skal arbeiðast, um svimjararnir vilja hava metall heimvið 🙂

Tær tríggjar bestu styrkismetingarnar eru Magnus sum nummar 3 í 200 rygg, Birita sum nummar 4 í 100 rygg, og Magnus aftur sum nummar 4 í 100 firvald. Tey bæði og Cecilia eru eisini nakrar ferðir placerað umleið á sætta plássi, og so koma hini annars við styrkismetingum frá nr 7 og niðureftir.

Harða kappingin er ikki óvæntað ofta Svøríki og Danmark, men eisini Finnland, Noregi, Estland, umframt ikki so fáar ferðir Ísland. Støðið er ikki óuppnáiliga langt burtur, serliga tá ið tað kemur til bronsuheiðursmerkini, men tað krevur sjálvsagt okkurt eyka, at fara frá 6. – 7. plássi upp á 3.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.