Beta-alanine betrar um sprint-evnini

Sum Alex Hutchinson sigur tað her á Sweat Science, so eri eg ikki tann stóri fan av kosttilskot til betring av ‘performance’. Men nýggj gransking bendir altso á, at beta-alanine betrar um anaeroba kraft og harvið sprintevni, serliga í ítróttargreinum sum taka millum 60 sekund og 10 minuttir. Sambært Hutchinson í tí ógvuliga eksklusiva klassanum av kosttilskotum sum til dømis koffein og kreatin, har tað er verulig tung vísind aftanfyri pástandin.

Beta-alanine riggar sum bakipulvur sum ein pH buffari, men her innan úr vøddanum heldur enn uttanfyri, og uttan somu risiko fyri at fáa skræpuna. Virkna evnið eitur carnosine, sum tú fært tá ið tú etur kjøt, og sum tá verður býtt sundur í aminosýrurnar beta-alanine og histidine.

Gransking í 80-unum bendir á at sprintarar hava umleið dupult so nógv carnosine í vøddunum sum marathonrennarar, og ein belgisk kanning nú vísir samanhang millum ‘baselevel’ carnosine-innihald hjá rógvarum og útinningarevni (tvs. uttan at tey høvdu fingið meira carnosine enn tey nú náttúrliga hava). Tilskot av beta-alanine viðførdi at tey betraðu seg 4.3 sekund í greinum sum tóku umleið 6 minuttir.

Beta-alanine riggar ikki líka skjótt sum bakipulvur, men verður skotið upp at taka í dosum á 3-6 gram hvønn dag, í 4 til 8 vikur, til at økja um carnosine innihaldið í vøddunum við 40-50%. Tað verður tá verandi høgt rættiliga leingi, so at man kann vænta økt útinningarevni í upp til ein mánaða eftir at man er givin við taka eyka.

Hutchinson nevnir eina aðra kanning, sum bendir á at eisini langteinarar kunnu fáa nakað burtur evninum, har súkklarar vísti økt útinningarevni í einum 30 sekund max spurti í endanum av einum 110 minuttum langu einkultstarti. Tað sær altso út til at evnið hjálpir eisini til at kunna taka ein spurt betur sjálvt eftir eina langa kapping.

Og so nevnir hann eisini, til langteinararnar, at hetta kann hugsast at kunna hjálpa uppá venjing eisini. Langteinarar trena jú flest allir partvís í intervallum eisini, sum liggja ímillum hesi 60 sekundini til 10 minuttirnar, og tá kann man so trena betur.

Men til eventuellar ‘fast fix junkies’ sum lesa hetta, so er seinasta brot hjá Hutchinson bæði viðkomandi og vitalt, at tað nyttar lítið at taka kosttilskot, um ikki man fyrst hevur grundføðina upp á pláss. Tað er jú bara tað lítla afturat, sum ikki hjálpir um restin er burgarar og chips.

Anyway, food for thought. But as Trent pointed out, there’s no point even thinking about these kinds of supplements if you haven’t already taken care of the far more important basics of good diet and recovery and so on.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.