Er 1500 tíðin hjá Sun betri enn tann hjá Hackett ?

Áhugaverd eygleiðing her á speedendurance.blogspot.com, at tíðin 14.35.43 hjá Yang Sun kanska kann metast at vera betri enn heimsmetið á 14:34.56 hjá Grant Hackett, við tað at Hackett svam í heildrakt niður á øklar og út á handliðirnar. Ein venjari hjá 18 ára gamla og 198 cm høga kinesaranum er forrestin sami Dennis Cotterel sum vandi Hackett, ið væntar at Sun setur heimsmetið komandi ár. Og so fáa vit føroyingar eina heilsu við á vegin, í kraft av Pál Joensen:

“Right now he leads a deep field of 1500m Freestylers, stacked with talent. Ryan Cochrane, Ous Mellouli, Sebastien Rouault, Pal Joensen, Zhang Lin, Chad La Tourette & Peter Vanderkaay will all have to bridge the gap to Sun Yang.”

2 thoughts on “Er 1500 tíðin hjá Sun betri enn tann hjá Hackett ?”

  1. Hacket var í heildrakt, men tó ikki sum tann hjá td. Ian Thorpe, tann Adidas draktin gekk heilt niður á øklarnar og út á hondliðirnar. Draktin hjá Hacket var ein Speedo Fastskin uttan langar ermar.

    Video af WR hjá Hacket síggja tykur við at fara niður til viðmerkingarnar.

    Video er frá tá ið Hacket svam flottu 14:34.56.

    Eg eri tó 100% samdur í at tíðin hjá Sun er betri enn tann hjá Hackett. Tí so nógv gevur draktin heilt sikkurt.

  2. Sun Yang fyllir 19 1. desember. Eitt ótrúligt talent.

    Perónlig met í 1500 frí á langbana tald í sekundum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.