Wildeboer: Tit sabotera Lotte Friis

Paulus Wildeboer landsliðsvenjari hjá Danmark biður nú um arbeiðsfrið til aftaná OL, so at møguleikarnir hjá Danmark at vinna heiðursmerki á OL ikki verða oyðilagdir. Sambært honum er rokið runt NTC mest destruktivur slatur frá egoistiskum venjarum úti í feløgunum, til at skapa eina negativa atmosferu runt NTC, so at bestu svimjararnir verða verandi úti í feløgunum. Eitt klandur sum sýgur so nógva góða orku, at møguleikarnir minka hjá Danmark, at vinna heiðursmerki á stóru altjóða meistarastevnunum. Lesið t.d. sporten.dk og eb.dk.

DSC01443

“Lad os nu fokusere på svømmerne. Efter OL kan vi slås, lige så meget det skal være. Jeg stiller mig gerne til rådighed. Men lad os gøre det på det rette tidspunkt. Ikke hele tiden. Fordi det suger så meget god energi”

Tey 12 sum eru á NTC eru sambært honum ikki tey bestu sum kundu verið har, men heldur tey sum søgdu ja takk, ella sum beinleiðis bóðu um at sleppa at venja har. Nógv av teimum sum kritisera hava sambært Wildeboer ongantíð vitjað eina venjing á NTC, hóast tey hava verið boðin at koma og vera við ein dag, eitt vikuskifti ella eina viku. Tey sum vitja eru heldur teir útlendsku venjararnir, enn teir donsku, sum kløkkar Wildeboer, við tað at tað er meira ‘typiskt suðurevropeiskt’.

Landsliðsvenjarin heitur á feløgini um at vera stolt av teimum altjóða svimjiúrslitum sum Danmark fær fyri tíðina, heldur enn at føla seg hótt av NTC. “Jeg har ikke følelsen af, at dansk svømning er stolte af resultaterne fra Lotte (Friis), Rikke (Møller Pedersen), Mads (Glæsner) og Jeanette (Ottesen). Det burde alle, for de har været igennem manges hænder. Alle har hjulpet med at nå dette niveau. Det er ikke mit arbejde. Ja, nogle af dem træner med mig nu, men det er produktet af dansk svømning.”

At enda lýsir hann altjóða svimjing sum eitt kríggj ímóti USA, Avstralia, Japan og Týskland, har einki verður givið fyri einki:

“Vi udkæmper en svømmekrig mod USA, Australien, Japan, Tyskland. Det er en krig. Tror man, de lande bare giver os medaljerne frivilligt? Nej, vores svømmere skal slås for dem. Jeg kan forsikre for, at topsvømning er en benhård branche.”

One thought on “Wildeboer: Tit sabotera Lotte Friis”

  1. ‘Meanwhile’ so hevur fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Sigma (Friis, Glæsner) og (langt síðani) landsliðsvenjarin succés í Schweitz, har nýggja felagið hjá honum Uster Wallisellen vann mest á sveisisku meistarastevnuni á stuttgeil. Hann sigur nú soleiðis um stríðið við NTC:

    “Der udbrød et kontrovers mellem landstræneren og mig, korrekt. Han stod fast på det standpunkt at alle de bedste svømmere i landet skulle samles på et sted. 8 svømmere blev fjernet fra mine vinger.”

    Les http://www.swimnews.dk/?1493

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.