Weber-Gale um týdningin av at fara tíðliga í song

Amerikanski OL-gullvinnarin Garrett Weber-Gale skrivar her á swimnetwork.com um týdningin av at fara tíðliga í song, til at kunna venja væl um morgunin. At hann sum yngri ikki hugsaði so nógv um hvussu nógv ið hann svav, men at hann so í ár setti sær spurningin: “What if I could feel good most mornings when I wake up?”.

Hann plagdi at fara í song millum klokkan 22:30 og 23:00, men roynir nú at sovna umleið kl 21:45, til at kunna vakna aftur klokkan 05:50. Nakað sum eftir øllum at døma hevur verið trupult, til hann gjørdi avtalu við seg um at fara á kamarið klokkan 21:00, at strekkja út, lesa og taka tað róligt, sum fyrireiking til at fara at leggja seg.

From 9pm on I stretch, read a book, write in a notebook, meditate, or roll my muscles out on a foam roller. What I quickly found was that I was ready to go to sleep within 45 minutes of the ‘quiet time’. Not only was I ready to go to bed earlier but once I got in bed it felt so natural to drift off into sleep. Before I could lie in bed for almost an hour before falling asleep.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.