Hardy er fangað í eini antidoping-ringrás

The New York Times skrivar her um amerikansku Jessica Hardy, at hon risikerar at ikki sleppa til OL í London í 2012, tí at ein regla hjá altjóða olympisku nevndini IOC frá 2008 ásetur, at íðkarar ikki sleppa við til næsta OL, sum hava verið í dopingkarantenu í meira enn 6 mánaðir. Hardy varð sum kunnugt dømd 2 ára karantenu, sum amerikanska antidopingnevndin so minkaði til 1 ár, í sambandi við doping upp undir OL í Beijing í 2008, sambært henni tí at hon hevði tikið okkurt dálkað kosttilskot. Hon hevur roynt at kæra avgerðina til Court of Arbitration of Sports (CAS), men er fyribils avvíst tí at hon ikki enn er úttikin til OL. Og har er so aftur trupulleikin, at amerikanska svimjisambandið ikki plagar at taka út íðkarar sum ikki fáa luttikið vegna dopingdóm … umframt at tey taka út so mikið seint, at eitt kærumál mest sannlíkt ikki nær at koma ígjøgnum áðrenn OL í London.

Hendan regla var eisini til upp undir vetrar-OL í Vancouver, fyrr í ár, har eingin tó royndi at kæra sítt útilokilsi vegna gamlan dopingdóm. IOC væntar kærur nú til OL í London, men noktar altso at viðgera kærur frá fólki sum ikki enn eru úttikin til OL. Og tað er altso heilt vanligt, at fólk ikki verða úttikin, ið sum útgangspunkt ikki kunnu luttaka vegna doping, vælsagtans tí at tað er so stórur vandi fyri at gerast ‘bad publicity’.

Annars óhugnalig orsøk til at hendan regla kom í verk á sinni, sambært Arne Ljungqvist formann í medisinsku nevndina hjá IOC. Út yvir at reglan nokk er ein roynd at sleppa IOC undan keðiligt publicity vegna íðkarar sum hava verið fyri dopingdómi, so var trupulleikin eftir øllum at døma eisini reint praktiskt, at summi lond simpult hen minkaðu um sínar dopingkarantenur, so at teirra íðkarar fingu luttikið á OL:

The I.O.C. adopted the rule to save the Olympic community the public-relations nightmare of having known cheaters in competition, said Arne Ljungqvist, the chairman of the I.O.C.’s medical commission. Some national federations were shortening athletes’ suspensions so they could compete in the Olympics, he said, which the I.O.C. considered wrong.

Hardy er nevnd beinleiðis í greinini, og sigur seg vilja berjast ímóti at skula dømast soleiðis tvær ferðir, fyri nakað sum hon sigur var av óvart. Eisini hóast tað er hart, at berjast soleiðis ímóti systeminum, har sjálvt foreldrini ivaðust eina tíð:

For now, Hardy’s strategy is to try to remain positive, though that, too, has been difficult. Soon after her failed test, and weeks before the banned drug was discovered in her supplement, even her parents doubted her.

“They said, ‘Are you lying to us?’ ” Hardy said, choking up. “That’s when we hit rock bottom.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.