Nú kritisera tey eisini donsku úttøkuskipanina

Rasmus V. Kristensen, venjari í Kvik Kastrup, skrivaði her í vikuskiftinum eitt upplegg til kjak á www.svimma.nu/dk, har hann setti spurnartekin við skipanina sum danska svimjisambandið tekur út sínar yngru svimjarar, við at krevja at tey skulu klára seg væl á tveimum teinum í somu grein, heldur enn til dømis á sama teini í tveimum greinum. Og í morgun kom so eitt innlegg har frá Jon Rud sum her í ár gavst á “det Nationale TræningsCenter” (NTC), har hann fýlist á at úttøkukrøvini hjá seniorsvimjarum eru so hørð, samstundis sum so nógv subjektiv ‘wildcards’ verða givin serliga svimjarum frá NTC. Eitt innlegg so mikið logandi, at Ekstra Bladet valdi at bera tað á sínari heimasíðu, undir yvirskriftini “Ny svømmekritik: Hvad fanden sker der

Fyrra kritikkin kann eg sjálvur væl skriva undir uppá, við mínum royndum frá svimjifelagnum FLOT. Eg veit eg veit, har er man kanska hopuleysur til at kunna gera annað enn sprintarar, men tó so hevur man um ikki annað víst rímiligan førleika til tað, við yvir tíð at hava megnað at fingið føroyskar seniormeistarar í øllum fýra svimjigreinum, umframt í 100 blandað. Spurningurin hjá Rasmusi V. Kristensen er nevniliga, um tað er meira ‘alsidigt’ at kunna svimja til dømis 100 og 200 crawl væl, enn at kunna svimja til dømis 100 crawl og firvald væl. Hann gongur her út í frá, at úttøkuskipanin við at leggja tíðir saman í 100 og 200 í somu grein er gjørd til at umganga at svimjarar spesialisera seg ov tíðliga, men meinar sjálvur at tað líka væl kann gerast við at krevja at tey klára seg væl í fleiri greinum (og gjarna teinum eisini), heldur enn bara við at krevja at tey skulu klára seg í éinari grein á fleiri teinum.

Jon Rud saknar í sínum innleggi gjøgnumskygni í úttøkuni av seniorum, og sigur seg snøgt sagt ikki skilja, hvussu seniorarnir eru úttiknir. Hvussu eru kravtíðirnar til HM og EM útroknaðar, og hví eru svimjarar úttiknir til seniorbruttohópin, sum sambært honum heilt einfalt ikki hava niveau til at vera í hópinum. Sportchef Lars Sørensen hevur eftir øllum at døma vart úttøkuna við at tær báðar av Rud navngivnu “har foretaget en positiv beslutning ved at flytte på NTC”. Og Rud heldur tí at NTC-svimjarar verða forfordeildir, meðan aðrir verða diskrimineraðir við ‘OL-point-skipanini’, ið er ein skipan ið danska svimjisambandið hevur mennt, til at meta støðið hjá svimjarum í mun til hvat sum tað verður mett at eitt finalupláss á OL í London fer at krevja. Og tað skipanina heldur Rud altso lítið um:

Det her OL-pointsystem er i øvrigt et fuldstændigt absurd forsøg på pseudovidenskab. Tanken om at forsøge at forudsige kvalifikationskravet til OL-finalerne i 2012 er jo ret interessant, men svømmeunionen har bare ikke tænkt sig over hvordan man gør det på en forsvarlig og pålidelig måde. Hvis de altså overhovedet har gjort sig nogle tanker herom. Jeg har ved flere lejligheder spurgt Lars Sørensen og Paulus Wildeboer om hvordan de har beregnet disse 1000 OL-pointtider (se nedenstående skemaer) eller hvor de har dem fra, men det er de faktisk ikke i stand til at forklare. Det er mildeste talt et signifikant problem, at eliteafdelingen ikke aner hvordan de er kommet frem til det pointsystem som man har udtaget og stadig udtager diverse landsholdsgrupper (bl.a. EJM-kravtider) med. 1000 OL-pointtiderne er formentligt blot en subjektiv vurdering fra landstrænerens side, hvilket er et horribelt grundlag, at baserer fremtidige landshold på. Enhver som har forstand på svømning behøver jo ikke kigge længe på 1000 OL-poitntiderne for, at bemærke det store spænd mellem kvaliteten af tiderne. Det virker fuldstændigt usandsynligt, at unionen har baseret disse måltider på statistisk bearbejdelse af historiske data.

Talan er um lemjandi kritikk, har Rud sigur at tað er týðiligt, at krøvini til kvinnur eru lægri enn tey til menn. Og at tær kravtíðir sum krevja fæst FINA-stig, eru í greinum sum verða svomnar av kvinnuligum svimjarum á NTC. Í summum førum eru kravtíðirnar til menn so mikið harðar, at bara 3 svimjarar hava megnað tær í heimssøguni yvirhøvur, í tekstil heldur enn superdraktum. Rud heldur tí at tær eru væl harðari enn tað sum krevst til at gerast millum teir 8 sum sleppa í eina OL-finalu. Og hann gitir, at tær við vilja eru gjørdar akkurát so harðar, at tað skuldi gerast trupult hjá svimjarum sum Jacob Andkjær og Nicolai Graae at klára tær.

At enda kemur so ein kritikkur av venjingini á NTC yvirhøvur, har Rud heldur at tann menning um hevur verið hjá svimjarum har útilokandi hevur verið vegna superdraktirnar, ið sum kunnugt eru burtur aftur nú.

Men bør vi alle egentligt træne og gøre tingene som på NTC? I denne henseende tænker jeg på træningsfilosofi, træningsmetoder og menneskesyn. Der har igennem de sidste par år været en stor del af de bedste svømmere på NTC, og der er vundet internationale medajler, hvilket er flot. Jeg er bare alt andet end imponeret af de sidste 2 års udvikling. Udviklingen har nemlig ikke været til stede blandt de bedste svømmere på NTC siden de olympiske lege i 2008. Hvis man renser de bedste NTC-svømmeres tider fra sommeren 2009 og 2010 for dragteffekter, vil man komme til frem til at ingen groft sagt er blevet bemærkelsesværdige hurtigere til at svømme. Herunder Lotte, Mads, Rikke, Micha og undertegnede. Det underbygger ikke ligefrem svømmeunionens egen opfattelse af NTC er det eneste rigtige sted, at træne hvis man ønsker udvikling som international topsvømmer. Det hjælper selvfølgelig nok heller ikke på udviklingen af internationale seniorsvømmere at de systematisk fraholdes testinformationer og indflydelse på deres egen svømmekarriere. Det er jo ingen hemmelighed, at svømmerne er flygtet fra NTC igennem det seneste års tid. Lige nu er der kun én ud af 9 svømmere på NTC med en anciennitet over 15 måneder. Men det hører til i anden kommentar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.