Alshammar og Pereira vunnu samlaðu World Cup kappingina

Therese Alshammer úr Svøríki og Thiago Pereira úr Brasil gjørdust sum væntað tey bæði sum vunnu kappingina um at vinna flest sigrar á teimum 7 World Cup stevnunum tilsamans. Virðislønin var 100.000 amerikanskar dollarar í part, umframt eina rúgvu av pengum eisini fyri at vinna gull, silvur ella bronsu í einstaku kappingunum. Alshammar sigur við Expressen í dag, at hon fer at brúka tær tilsamans 875.000 svensku krónurnar sum hon vann tilsamans í ár, til at venja heldur enn at luttaka á World Cup í 2011.

Amerikanska Julia Smit og suðurafrikanski Darian Townsend gjørdust nummar tvey í samlaðu World Cup kappingini, sum gav teimum 50.000 dollarar í part, meðan niðurlendska Hinkelien Schreuder og suðurafrikanski Rolands Schoeman vunnu hvør sínar 30.000 dollarar fyri at gerast nummar trý. Lesið t.d. her í USA Today

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.